KÍ-kappingin aftur í ár

Hóast KÍ komandi kappingarár fyri fyrstu ferð ikki verður at síggja í fremstu føroysku fótbóltsdeildini, er sumt enn, sum tað plagar at vera. Millum annað verður KÍ aftur í ár vertur fyri árligu Klaksvíkskappingini, sum verður vikuskiftið 27. og 28. februar. Umframt KÍ, fevnir kappingin hesa ferð eisini um HB, EB/Streym og Víking. HB vann Klaksvíkskappingina í fjør.