KÍ-kvinnurnar millum meistarar

Hóast KÍ-kvinnurnartepurt hava tapt teir báðar fyrstu Champions League-dystirnar ímóti fronsku og bulgarsku meistarunum, eru góðar vónir undan seinasta dystinum, sum verður í morgin ímóti makedonska meistaraliðnum, Tikvesanka

KÍ-kvinnurnar eru í hesum døgum í Strumica í Makedonia, har tær kappast í einum av undanbólkunum í Uefa Women’s Champions League-kappingini, men higartil hevur talan verið um tvey tepur tap í teimum báðum fyrstu dystunum.

Makedonski hitin er rættiliga ógvusligur í hesum døgum, og tá dystirnir verða spældir, er støðugt um 40 hitastig, samstundis sum lítil og eingin vindur er, ið kann køla eitt sindur av, so umstøðurnar í so máta hava ikki verið nakað serligar.

Spælt verður í sjey bólkum við fýra liðum hvør, og KÍ-kvinnurnar eru í bólki saman við Montpellier úr Fraklandi, NSA Sofia úr Bulgaria og Tikvesanka úr Makedonia, og skipanin er tann, at vinnarin í bólkinum sleppur víðari til sekstandapartsfinalurnar.


Hildu helvtina

Fyrsti dysturin var spældur á Mladost-leikvøllinum hósdagin ímóti franska Montpellier, og hóast tað eydnaðist KÍ-kvinnunum at halda tætt í yvir 40 hitastigum, so hálvleiksstøðan var 0-0, eydnaðist tað ikki allan vegin, so her gjørdist tað til eitt 0-2 tap.

Tað vísti seg, at fronsku kvinnurnar vóru júst so góðar, sum fryktað hevði verið fyri frammanundan, og Montpellier hevði bóltin nógv, men hevði hinvegin torført við at sleppa ígjøgnum verjuna hjá KÍ, ið stóð sterk.

Tíðliga í seinna hálvleiki kom Montpellier tó á odda 1-0, og nakað seinni fekk franska liðið so eitt brotsspark, ið gav 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av hesum fyrsta dystinum.


Mistu javnleikin

Leygardagin vóru KÍ-kvinnurnar aftur í eldinum, og hesa ferð vóru UEFA so beinasamir at útseta dystin ein tíma, so hitin ikki skuldi vera alt ov køvandi á Turnovo-leikvøllinum. Hesa ferð var tí talan »bara« um 35 hitastig, ið tó mundi kennast sum ríkiligt.

Roknað var við, at NSA Sofia fór at vera líka trupult lið sum Montpellier, so tí dúvaði KÍ uppá at liggja í verjustøðu, fyri síðani at satsa upp á skjótálop, tá líkindi vóru fyri tí.

Tað riggaði væl, og eftir eitt hornaspark eydnaðist KÍ at koma á odda mitt í fyrra hálvleiki, tá Rannvá Andreasen fekk fatur í einum bólti, Sofia-málverjin sløsaði við, og so var 1-0.

Bulgarska liðið fekk svarað aftur beint fyri steðgin, og í seinna hálvleiki helt dysturin fram upp á sama máta. Enn eina ferð vardu KÍ-kvinnurnar væl, og teimum eydnaðist fyri tað mesta at halda NSA Sofia frá teimum stóru møguleikunum.

Men sjey minuttir fyri tíð brast vónin um javnleik, tá ein av bulgarsku spælarunum slapp leysur og kundi skora til 2-1, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið.


Enda í morgin

Seinnapartin í morgin, klokkan 16 føroyska tíð, verður seinasti dysturin hjá KÍ-kvinnunum á hesum sinni, og hann verður ímóti makedonska Tikvesanka, ið er vertur fyri bólkaspælinum. Henda dystin ætla KÍ-kvinnurnar at vinna, tí so enda tær ikki aftast í bólkinum, men fáa eitt triðja pláss.

Fótbóltsliga er KÍ óivað betur fyri, tí Tikvesanka hevur tapt 1-7 fyri Montpellier og 0-5 fyri NSA Sofia, men spurningurin er so, um tað fer at eydnast kvinnunum enn eina ferð at leggja eitt gott avrik eftir seg í nógva hitanum.




MYNDATEKSTUR:

KÍ-liðið, sum byrjaði dystin ímóti bulgarska NSA Sofia leygardagin. Aftast frá vinstru: Ragna Patawary, Malena Josephsen, Eina Kalsø, Sigrid Jacobsen, Tove Sólheyg, Elsa Maria Simonsen. Fremst frá vinstru: Mariann Maslyk, Rannvá Andreassen, Randi Wardum, Sofía Purkhús, Ann Olsen