KÍ-kvinnurnar stóðu seg væl

Eftir tríggjar strævnar dystir í UEFA Women's Cup í Pólandi, er venjarin hjá KÍ-kvinnunum, Jón Harald Poulsen, væl nøgdur við úrslitið.

KÍ fekk ein sigur burtur úr teimum trimum dystunum, og samanumtikið varð tað nøktandi fyri klaksvíkingar. Sigurin kom móti walisiska Cardiff í seinasta dystinum, og talan var um ein trivaligan 4-0 sigur.

Hitin forðaði fyri enn einum sigri
Í fyrsta dystinum í kappingini, sum var móti ukrainska Metallist Charkow, noyddist KÍ at lúta 1-2, eftir at klaksvíkskvinnur vóru á odda 1-0 bert 15 minuttir fyri leiklok. Venjarin hjá KÍ, Jón Harald Poulsen, sigur, at stóri trupulleikin hjá KÍ í tí dystinum var tann nógvi hitin. Orkan hjá leikarunum fór at ganga undan, so hvørt sum dystur leið, og hetta sást eisini serliga væl aftur síðsta korterið, tá ið ukrainska liðið megnaði at skora tvey mál og harvið vinna dystin.
Eftir dystin móti Metallist Charkow var tað tungt hjá KÍ-kvinnunum at koma fyri seg, og serliga tungt var at fáa vætujavnvágina upp á pláss aftur. Jón Harald Poulsen sigur, at tann fyrsti dysturin sat í beinunum á leikarunum, og bert ein dagur var at hvíla í undan næstu uppgávuni. Næsti dysturin í kappingini var móti heimaliðnum, polska AZS Wroclaw, sum sambært KÍ-venjaranum var nógv besta liðið í kappingini. Tann dystin vunnu polsku vertirnir sannførandi 5-1, og tað var kanska í so nógv, heldur venjarin hjá KÍ. Hesin dysturin bleiv eisini spældur undir heilt øðrum veðurumstøðum enn tann fyrsti. Regnin oysti niður, og tískil var vøllurin ógvuliga tungur og meiri átøkur einum hyli, greðir Jón Harald Poulsen frá í telefonini úr Pólandi. Hann sigur tó eisini, at í hesum dystinum spældu KÍ-kvinnurnar eisini langt frá upp til sítt besta, og tað verður beinan vegin revsað í slíkum kappingum.

Bragdaði í seinastu royndini
Seinasti dysturin í bólkaspælinum var móti walisiska Cardiff, og undan kappingini var eisini mett, at tað var í hesum dystinum, at KÍ hevði bestan møguleika fyri at fáa ein sigur í hús. Jón Harald Poulsen sigur, at umstøðurnar til tann dystin vóru av teimum bestu, tí tað vóru einans um 15 hitastig, og harafturat var yvirskýggjað. Hetta hóvaði klaksvíkskvinnum, sum hóast tær ikki høvdu stóra leikliga yvirvág, vóru dugnaligari framman fyri málinum hjá mótstøðuliðnum, og tað er jú tað, sum tað heila snýr seg um. Um miðjan fyrra hálvleik legði KÍ seg á odda við einum máli, sum ein tann royndasti leikarin á liðnum, Bára Skaale Klakstein, skoraði, Tað eydnaðist eisini føroyameistarunum at økja um leiðsluna fyri steðgin, tá ið ein annar veteranur, Malena Josephsen, gjørdi tað til 2-0. Í seinna hálvleiki var KÍ aftur vandamiklara liðið, og fyrst skeyt Malena Josephsen sítt næsta mál í dystinum, og legði KÍ á odda 3-0, áðrenn Rannvá Andreasen setti punktum og skoraði til 4-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.

Vælnøgd við kappingina
Jón Harald Poulsen sigur, at hann er væl nøgdur við kappingina. Eftir hansara tykki kundi KÍ við eitt sindur av hepni fingið meiri burturúr fyrsta dystinum, men í næsta dystinum móti polsku meistarunum var einki at gera. - Polska liðið var nógv tað besta í kappingini, og tær vunnu eisini 2-0 á ukrainska liðnum í avgerandi dystinum um fyrstaplássið, greiðir hann frá.
Somuleiðis heldur KÍ-venjarin, at polsku fyrireikararnir eiga rós fyri eina væleydnaða kapping. - Umstøðurnar vóru stak góðar, og vit hava búð á einum gistingarhúsi við svimjihyli, tennisvølli og egnum fótbóltsvølli, sum vit kundu nýta til venjing, sigur hann. Tó leggur hann afturat, at tað bleiv ikki tað stóra gjørt burtur úr venjing, tí so nógvir dystir vóru á skránni, og tí var umráðandi, at spælararnir fyrst og fremst nýttu frídagarnar til at koma fyri seg likamliga, sigur Jón Harald Poulsen. Venjarin hjá føroyameistarunum sigur eisini, at kappingin hevur verið ein góð fyrireiking til seinnu hálvu av landskappingini. Kvinnurnar hjá KÍ hava nú frí í eina viku, áðrenn farið verður undir venjingina aftur, men Jón Harald heldur, at tær eiga at verða betur fyri enn tey flestu av hinum liðunum, tí tær vant at kalla alla summarfrítíðina, sigur hann.

Vónandi slíka kapping í Føroyum
Spurdur nær skipað verður fyri slíkari kapping í Føroyum, sigur Jón Harald Poulsen, at vónandi verður tað komandi kappingarár. Hann sigur, at eydnast tað KÍ at endurvinna meistaraheitið, verður beinan vegin farið undir fyrireikingarnar til at hava kappingina í Føroyum komandi ár. Ætlanir vóru frammi um at hava tað í Føroyum í ár, men tað eydnaðist ikki, tí at ov stutt tíð var til fyrireikingar.
Klaksvíkingar vóna, at um tað verður veruleiki, at tað so verður givið loyvi frá UEFA til, at spælast kann á graslíki, so at sloppið verður undan at ferðast til Havnar, og at alt tiltakið sostatt kann fara fram í Klaksvík. Jón Harald letur væl at hesum kappingum, sum eftir hansara tykki eisini eru ein gularót hjá leikarunum, sum við kappingini í huga hava hug til at dríva á við venjingini.