Áki Andreasen
-----
– tað kennir Fólkaflokkurin alt til, Jógvan Thomsen.
Í einari viðmerking til grein hjá Høgna Hoydal sleingir Jógvan Thomsen um seg við pástandum, setir spurningar og svarar alt í senn. Greinin er eitt ekkó frá tíðini, tá ið politiski høgravongurin í Føroyum livdi av at skíra sínar egnu landmenn líkt og ólíkt og púra ósmæðin samanbar vinstravongin við hin versta, neyð og undirgang. Hendan royndin hjá Jógvani Thomsen at endurskapa eitt samfelagspolitiskt kjak við skotgrøvum og runublaking boðar ikki frá góðum, men av tí at hetta er so serstakliga ótíðarhóskandi og ikki sørt primitivt, lati eg hetta fara.
Sloknaði frælsisneistin í Fólkaflokkinum
Jógvan Thomsen vil í greinini vera við, at Tjóðveldi ikki eigur lut í teimum sigrum, sum eru vunnir á frælsisleið, men vísir til “hinar tjóðskaparligu flokkarnar.” Nú veit eg meg ikki vita um, hvørjar tjóðskaparligu flokkar Jógvan meinar við, og tá ið hann so dittar sær at taka aftur í søgulig avrik, tó uttan at nevna nøkur yvirhøvur, so vil eg minna Jógvan Thomsen á, at tær yvirtøkur - tann politikkur, sum bara hevur borið á bráð av sjálvbjargni og frælsi, er førdur við Tjóðveldinum í samgongu. Tað krevst ikki nakað serliga víttfevnandi bókasavnsarbeiði at finna tann veruleikan fram. Minst til Jógvan, at Tjóðveldi fleiri ferðir hevur lagt uppskot til samtyktar fram um eina greiða ætlan at gera Føroyar frælsar. Eg kann senda tær seinasta uppskotið, um tú ikki finnur tað.
Tann breiði skarði av føroyingum, sum ynskir at ráða í egnum landi, skal ikki undirmetast Jógvan, hvørki við niðurlátandi ósannindum ella tínari háðan av viljanum til sjálvbjargni og einum sjálvberandi samfelag. Vit kunnu bert staðfesta, at tann frælsisneistin, sum kveikti lív í Fólkaflokkin, langt síðan er sloknaður, og tað er nú rættiliga nógv ár síðan, at Fólkaflokkurin kundi prýða seg við tí virðiliga heitinum at vera ein tjóðskaparflokkur, tað er søga Jógvan. At so er gongur sjón fyri søgn, nú formaðurin hjá tær er garanturin fyri at hækka blokkin.
Einaræði og privatkommunisma
Tað er altíð margháttligt, tá ið Fólkaflokkurin og umboð floksins vilja gera seg til eina trygd og kjølfesti hjá vinnulívinum í Føroyum. Í so máta er greinin hjá Jógvani Thomsen einki undantak. Tað er burtur í vón og viti, tá ið Jógvan Thomsen uttan at blúgvast tiltuskar Fólkaflokkinum og sitandi samgongu heiðurin fyri at tryggja vinnuni “tryggar og stabilar kappingartreytir,“ hetta er ein fullkomin reinging og reint møsn, tí vinnulívið í Føroyum hevur hvørki tryggar karmar og so yvirhøvur ikki “stabilar” kappingartreytir.
Fólkaflokkurin er trygdin fyri, at vinnan í Føroyum ikki hevur javnsettar kappingarmøguleikar, hvørki innanhýsis ella við onnur lond. Fólkaflokkurin er trygdin fyri, at einaræði og privatkommunisma ræður í vinnuni, har fá vinnulívsfólk sita tungt á rættindum og møguleikum. Fólkaflokkurin er trygdin fyri, at vinnuligt virkisfýsni hjá borgarum í Føroyum verður traðkað niður og hevur serstakligar vánaligar umstøður at koma fyri seg.
Royndin hjá Jógvani Thomsen at gera Tjóðveldi til ein vinnufíggindaligan flokk er jánkaslig og ber á bráð av manglandi vilja at síggja veruleikan, sum hann er. Veruleikin er tann, at Tjóðveldi hevur lagt ein fiskivinnupolitikk fyri dagin - enntá fleiri ferðir, sum fær størri og størri undirtøku ikki minst frá vinnuni sjálvari. Á øðrum vinnuligum økjum hevur Tjóðveldi gjørt greitt, at myndugleikarnir skulu skapa bestu karmar til eitt fjøltáttað vinnulív. Hetta er eisini víst í verki, tá ið Tjóðveldi hevur havt ávirkan á rikna politikkin. Men ein grundleggjandi munur – Jógvan - á Tjóðveldinum og Fólkaflokkinum er, at meðan Fólkaflokkurin útihýsir meginpartinum av teimum vinnuligu kreftunum í Føroyum og fjálgar um sínar fáu vinir, vil Tjóðveldi m.a. tryggja javnbjóðis rættindi og møguleikar í vinnulívinum, og sannroyndin er, at hetta er lykilin til veruliga menning og frælst vinnulív, sum Fólkaflokkurin annars brúkar sum bringuprýði, men leggur fótonglar fyri hvønn einasta dag.
Stættasamfelagið Føroyar
Er vinnupolitikkurin hjá Fólkaflokkinum marghátttligur, er tað harafturímóti beinleiðis ræðandi, tá ið flokkurin og Jógvan Thomsen gera seg til verndareinglar hjá vælferðarsamfelagnum. Flokkurin, sum saman við sitandi samgongu hevur framt og fremur átøk, sum við sjeymílaferð tryggja, at Føroyar gerast eitt stættasamfelag.
Tað er eingin ivi um, at tað skal gerast lættari at liva í Føroyum, men tað verður ikki gjørt rætt við at geva teimum, sum frammanundan klára seg væl og virðiliga, enn meir, meðan bróðurparturin av borgarum landsins ongan ágóða fáa. Tað skal gerast lættari fyri øll. Tað merkir ikki, at Tjóðveldi vil “knokkroyta” teir persónar, sum hava eina góða inntøku, ella tey virki, sum hava ein góðan rakstur og yvirskot. Jógvan Thomsen kann heldur ikki vísa á, at hetta hevur verið gjørt – og hvar kann tú vísa á, Jógvan, at ætlanin er at gera hetta. Hvørji uppskot eru løgd fram, sum bera á bráð av hesum?
Tann veruleiki, at vit vera fleiri eldri í Føroyum, sum árini ganga, meðan arbeiðsføru hendurnar ikki økjast, átti at fingið Fólkaflokkin og samgonguna at steðga á. Tí hetta gerst ein trupulleiki, ein stórur trupulleiki í framtíðini, og við forskattingini av pensjónum og útlitunum til, at færri fara at rinda skatt, og talið av pensjónistum samtíðis økist, er hetta ein skeiv samfelagsgongd og tryggjar als ikki eini virðilig ellisár, men heldur at fleiri gjøld verða løgd á okkum, tá ið árini koma.
Gylt mál og ábyrgd aftur í føroyskan politikk
Tað er einki at taka seg aftur í at politiska leiðsla landsins við førda politikkinum tekur vón og áræði frá borgarum landsins. Fólkfráflyting, niðurlegging av landsins vitanarstovnum og serfrøði, leggur forðingar fyri spírandi vinnulívi, avmarkar útbúgvingarmøguleikar, ger vánirnar fyri teimum sum gingu undan ótrygg á ellisárum, stættamunur millum landsins borgarar og okkara eftirkomarar og hækking av blokkinum, tað eru nakrar avleiðingar higartil.
Tað hevur avgerandi týdning at veljarin skjótast sleppur at seta hesi fólk frá valdinum, so sjøtil kann setast á eina nýggja tíð í Føroyum, sum setur gylt mál aftur politiska breddan; sjávberandi búskapur er eitt aðalmál, fólkavøkstur, virðiligar umstøður til okkara eldru, javnbjóðis kamar til okkara vinnulív, útbúgvingarmøguleikar sum slóða fyri øktari vitan, gransking, samhaldsfesti og eitt samfelag fyri øll.