KÍ missir tveir leikarar

Hvørki Meinhardt Joensen ella Kristian í Vági vera at finna í KÍ hópinum hetta kappingarárið

Fótboltur

Mánadagurin mundi kennast sum ein av teimum meira tungu hjá KÍ-venjaranum, Jan Joensen. Tveir leikarar boðaðu nevnliga frá, at teir ikki verða partur av hópinum, sum hetta kappingarárið skal verja bláu litirnar í landskappingini.
Talan er málverjan, Meinhardt Joensen, og áleyparan, Kristian í Vági.
Jan Joensen sigur, at Meinhardt mánadagin fekk boð um, at hann var sloppin á skúla í Danmark, og at hann longu týsdagin skuldi við flogfarinum avstað. Meinhardt hevur annars verið fastur fúsur í KÍ-málinum seinastu kappingarárini, men higartil í ár hevur hann verið nógv darvaður av skaða í rygginum.
Ivaleyst verður tað ístðain ungi Karstin Joensen, sum fer at verja KÍ-málið í ár. Karstin hevur í nógv ár verið mettur sum ein av mest evnaríku málverjunum í landinum, og nú Meinhardt hevur verið tarnaður av skaða, hevur ungi avloysarin røkt uppgávuna til fulnar í teimum venjingardystum, sum KÍ hevur spælt. Hartil hevur KÍ eisini evnaríka Róa Egholm í hópinum, og spurningurin er so, um hann fer at fáa nakrar minuttir á vøllinum í ár.
Kristian í Vági kom í vár til KÍ úr LÍF, har hann í fleiri ár hevur talst millum vandamestu álopsmenninar, men nú hevur hann so gjørt av at venda aftur til Leirvíkar. Allar helst tí ov nógv tíð skuldi nýtast til venjing og ferðing, um talan skuldi verða um fyrstu deildar fótbólt.
Jan Joensen harmast sjálvsagt missin av báðum leikarunum.
- Vit hava higartil arbeitt við einum hópi upp á 20 leikarar, men hóast vit framvegis eru 18, so er einki at ivast í, at tað kennist hugtungt soleiðis at missa tveir leikarar í einum.
- At Meinhardt er farin uttanlands ger sjálvandi, at vit nú eru nakað tynri á málverjasessinum, men hinvegin var helst ivasamt, nær ryggurin hjá honum aftur var somikið sterkur, at hann hevði kunna verið við á liðnum. Kristian kom til felagið, tá venjingarnar byrjaðu í vár, og sjálvur haldi eg, at hann hevur víst góð evni. Sjálvandi skuldi hann fyrst venja seg við ferðina í fyrstu deild, men tað er einki at ivast í, at eg fegin hevði sæð hann spælt í fullgóðari venjing, men tað verður so ikki í ár, heldur venjarin.
- Enn haldi eg tó, at vit hava eitt spennandi lið. Sum sagt, so eru vit framvegis 18 mans í hópinum, og yvir høvur standi eg fyri tað mesta við einum positivum trupulleika, har góðir leikarar mugu finna seg í at sita á beinkinum, sigur Jan Joensen at enda.