KÍ og B71 skjóta nógv mál

Nú kappingarnar á væl eydnaða sjómannadegnum eru av, venda klaksvíkingar sær móti fótbóltinum, har teir skulu royna seg ímóti B71, sum fer at vitja seinnapartin.

Uppgerðirnar millum hesi bæði feløgini fyrr í ár boða frá, at tað kann gerast málríkt í Klaksvík seinnapartin. Tað endaði 3-3, bæði tá ið B71 var í Klaksvík, og tá ið KÍ var á Sandi.

- Stigatalvan sigur, at liðini eru jøvn, men KÍ er á heimavølli, so teir eru helst favorittar. Serliga tá hugsað verður um, at teir hava fingið fult tvær tær seinastu ferðirnar, sigur spælandi B71 venjarin, Eli Hentze.

- B71 hevur tó fleiri góðar offensivar spælarar, og tá ið okkara eisini eru framrættaðir, er tað ikki óhugsandi, at talan verður um gott undirhald, heldur KÍ venjarin Eyðun Klakstein, sum fegnast um, at tað tvær tær seinastu ferðirnar hevur eydnast at halda tætt í verjuni.

Hjá KÍ eru allir spælararnir tøkir. Eisini Høgni Madsen, sum hevur verið leikbannaður.

Á Sandi er miðverjin Johannes Jensen komin fyri seg aftur eftir ryggskaða. Miðverjin Anders Rasmussen er ivasamur, og álopsspælarin Jónsvein Thomsen verður ikki við. Hann er skaddur í fótinum.