KÍ og EB/S í finaluni

Seinnu hálvfinalurnar hjá kvinnunum vórðu leiktar sunnudagin

Steypakappingin

Tað verða KÍ og EB/Streymur, sum í ár skulu spæla steypafinaluna hjá kvinnunum. Hetta gjørdist greitt, eftir at seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum vórðu avgreiddar í dag.
Í Havn endaði fyrra hálvfinalan millum B36 og KÍ 0-0, men við 3-1 sigri í Klaksvík ognaði KÍ sær sessin sætta árið á rað. Hetta var annars sjeynda ferðin á rað, at hesi bæði feløgini hittust í hálvfinaluni.
Malena Josephsen legði KÍ á odda um miðjan fyrra hálvleik, og fáar minuttir seinni setti Rannvá Andreasen av álvara ferð á KÍ, tá hon við langskoti økti til 2-0.
Gott korter undan leikloki økti Rannvá aftur til 3-0, áðrenn Arnbjørg Danielsen pyntaði um úrslitið fyri B36.
Á Eiði skuldi EB/Streymur verja 2-1 leiðsluna, sum tær vunnu sær í fyrra hálvfinaluni móti AB, og hetta gekk so eisini akkurát.
Tað eydnaðist nevnliga AB at vinna dystin, men 1-0 sigurin var akkurát ov lítil, og verður tað EB/Streymur, sum við regluni um mál á útivølli ognaði sær finalusessin.