Kæran um rúsdrekka ikki viðgjørd í dag

Tað vakti ans í dag tá tað kom fram, at ein kæra var latin formansskapin í Løgtinginum, at ávís tingfólk skuldu havt nýtt rúsdrekka undir viðgerðini av hjúnabandslógini. Tað var Jenis av Rana úr Miðflokkinum, sum hevði kært.

 

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sigur, at kæran frá Jenisi av Rana, ið skuldi fyri formansskapin í dag, er flutt til næsta fund.

 

- Vit komu ikki til málið á hesum fundinum, so vit flyta tað til næstu ferð, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

Formansskapurin fór á fund klokkan 09.15 í morgun og tingfundur var klokkan 11. Áðrenn kæruna frá Jenisi av Rana var millum annað virksemi í útnorðri og fíggjarætlan fyri 2018 á skrá.