Føroya Rættur viðgjørdi fyrrapartin í dag eitt mál um mandatsvik. Málið snýr seg um eini hjún, sum koyrdu fyri eina privata flutningsfyritøku. Tey eru nú meldað og ákærd fyri at hava brúkt av oljukortinum í vørubilinum til privata nýtslu.
Maðurin koyrdi hjá fyritøkuni í nøkur ár, og kvinnan koyrdi eisini í tíðarskeiðum fyri fyritøkuna.
Stjórin í flutningsfyritøkuni segði seg hava havt stórt álit á bilføraranum, sum var ein hin dugnaligasti, sum hann hevur havt. Men, tá stjórin fekk illgruna um, at maðurin brúkti av oljukortinum til privata nýtslu, avgjørdi stjórin at burturvísa bilføraran í oktober í 2011.
Illgrunin kom, tá ein maður, sum sat inni á Effo-støðini í Kollafirði, tvær ferðir segði seg hava sæð bilføraran bunkra til privata nýtslu. Fyrru ferð var í juli 2011, tá maðurin hevði fylt olju í dunkar, og aðru ferð - í september í 2011 - var konan hjá manninum komin við teirra privatbili. Tá hevði maðurin fyrst fylt í vørubilin og síðan flutt pumpuna yvir í privata bilin.
Eftir hetta hevði stjórin í fyritøkuni vent sær til Effo-støðina, og har søgdu tey seg kunna síggja nevndu áfylling. Hesar myndir eru tó ikki til taks sum prógv, tí av misgávum eru tær ikki goymdar.
Kravið hjá eigaranum av flutningsfyritøkuni er á 15.000 krónur, men í rættinum í dag vórðu eingi ítøkilig prógv løgd fram sum siga, hvussu nógv hjúnini hava brúkt av kortunum, ið hoyrdu til bilarnar.
Hjúnini noktaðu seg sek í mandatsviki, sum tey eru ákærd fyri.