Kári roynir nýggjar leiðir

Kári Hansen, sum seinastu fimm árini saman við konuni og Leif Klein hevur rikið frítíðarhandilin Stubban, gevst nú við handilsvirkseminum og fer til Danmarkar at lesa til maskinmeistara

- Eg havi so leingi havt eitt ynski um at fáa mær eina maskinmeistaraútbúgving, og nú eri eg vorðin 48 ára gamal, so skal tað verða, skal tað verða nú.

Tað sigur Kári Hansen, sum seinastu umleið fimm árini annars hevur tikist við handilsvirksemi.

Hann hevur í yngri árum fingist nógv við skip, bæði sum siglandi maður, men eisini í mong ár sum reiðari á Grunningi.

- Mær hevur altíð dámað sera væl at fingist við motorar, og eg havi eisini í fleiri ár siglt við fiskiskipum og ansa motorum undir 500 HK. Síðani var eg eisini í mong ár reiðari á Grunningi, líka inn til eldur kom í skipið og tað gjørdist ikki aftur, sigur Kári Hansen.

Tað var tá, at hann og konan fóru undir frítíðarhandilin, Stubban, sum tey, seinastu fimm árini, hava rikið saman. Seinastu tvey árini eisini saman við Leif Klein.

Men nú stundin er komin at repa seglini í Stubbanum, hevur Kári Hansen valt at gera ein gamlan dreym til veruleika, nevniliga at nema sær útbúgving sum maskinmeistari.

- Hetta er nakað, eg leingi havi gingið og hugsa um, og nú tykist tíðin vera hin rætta at gera dreymin til veruleika, sigur Kári Hansen.

Stirvin skipan

Hann og konan hava tí gjørt av at selja teirra part í Stubbanum, rykkja lívið upp við rót og flyta til Danmarkar. Fyritøkan hevur eisini sett bygningin til sølu, men Kári Hansen er sannførdur um, at grundarlag er fyri í hvussu er einum handli av slíkum slag í Føroyum. Tíðirnar gera bara, at neyðugt er at repa seglini.

- Eg havi spælt við tankanum eina tíð, og tá løtan nú tykist hin rætta, setti eg meg í samband við Vinnuskúlan fyri at vita um treytirnar, ið settar verða, fyri at blíva upptikin, sigur Kári Hansen.

Men har fekk hann greitt at vita, at hann ikki skuldi gera sær hugsningar um at sleppa inn har, tí hansara skúlagongd var langt frá nøktandi. Hann skuldi somuleiðis gloyma alt um at søkja Mentamálaráðið um loyvi – ella undantaksloyvi – tí tað fór hann ikki at fáa.

- Og so kundi eg vísa á allar verðsins royndir, sum eg havi frá 25 árum sum sjómaður, maskinmaður og reiðari. Har var einki at gera, sigur Kári Hansen.

Hann heldur, at tað er undarligt, at ein siglandi tjóð sum Føroyar skulu hava eina so stirvna skipan, og at royndir í verki – fleiri ár sum maskinmaður – als ikki skulu telja nakað sum helst í føroysku útbúgvingarskipanini.

Hann setti seg so í samband við maskinmeistaraskúlan í Frederikshavn, og haðani hoyrdust heilt aðrir tónar.

- Tað var so at siga leyst og liðugt beinanvegin. Útbúgvingarstjórin á skúlanum segði mær, at mínar royndir vóru meiri enn nóg mikið til, at eg kundi fáa pláss á skúlanum, og koma vit fram til, at neyðugt verður við onkrum serskeiði sum tíðin líður, so kunnu tey takast á skúlanum, sigur Kári Hansen.

Í løtuni er konan, Ann, í Danmark fyri at finna teimum okkurt at búgva í, og eftir summarfrítíðina flyta tey bæði so niður til Frederikshavn, har Kári fer undir tríára longu útbúgvingina sum maskinmeistari.