Kári Sverrisson verður av fleiri mettur sum ein tann ella tann dugnaligasti sangarin og sangskrivarin, sum Føroya land higartil hevur fostrað, aftur í ár fer hann á pall á G! Kári hevur á sín lítiðlætna hátt og uttan nakran háva verið ein kollveltingarmaður fyri føroyskan tónleik, bæði einsamallur og saman við Enekk og sum savnari og serfrøðingur í siðbundnum føroyskum tónleiki
Kári Sverrisson hevur meir enn onnur og áðrenn onnur gjørt tað til eina dygd at hava sína egnu dýpd í bæði tónleiki og orðum og hava virðing fyri tónleikinum uttan at gerast sjálvhátíðarligur. Við hesum stendur hann sum stórur íblásari hjá einum heilum ættarliði av føroyskum tónleikarum.
Hóast sín unga aldur hevur Kári verið tvær ferðir í uppskot til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins. Sum solistur og saman við tónleikabólkunum Enekk og Yggdrasil og sum gestur í ymiskum høpi hevur Kári sett síni eyðkendu fingramerki og bergtikið bæði á útgávum og konsertum.
Vit gleða okkum at hoyra tónarnar hjá Kára á G! í summar, skrivar G! Festivalurin á heimasíðu síni.