Ákæruvaldið krevur koyrikortið

Kvinnan, sum í november í fjør rendi á ein buss í Kollafirði, var sambært ákæruvaldinum troytt vegna sjúku, doyving, mangul upp á svøvn ella av øðrum ávum doyvd. Tað passar ikki, sigur verjin.

22. november í fjør kom ein kvinna fyrst í 40’unum koyrandi norðureftir landsvegnum í Kollafirði. Snarað um Kjalnestanga sigur kvinnan seg ikki minnast, hvat hendi, fyrr enn hon hevði rent á ein buss, sum stóð og bíðaði eftir at sleppa út á landsvegin frá bygdarvegnum norðast í Kollafirði.
Kvinnan var farin úr Havn og skuldi til Eiðis. Við sær í bilinum hevði hon 11 ára gamla son sín.
Hon greiddi í rættinum í dag frá, at hon var køld, tá hon setti seg inn í bilin, og tí skrúvaði hon frá hitanum. Hetta førdi til, at hon kendis eg móða, tá hon kom úr Kollfjarðatunlinum, og koyrdi tí inn á stegðiplássið beint áðrenn rundkoyringina.
Har durvaði hon í einar 15-20 minuttir, men kendis eg fríska, tá hon aftur fór at koyra. Men sum nevnt misti hon minnið heilt, tá hon hevði snarað um Kjalnestanga, og visti tí einki um, hví hon hevði koyrt yvir í skeiva koyribreyt og inn í bussin.
Kvinnan greiddi frá, at hon fór í panikk, tí hon slapp ikki úr bilinum, og hon helt, at eldur var komin í. Airbagsini blástust út, og hurðin bilføraramegin fekst ikki upp.
Sonurin slapp tó út sínu megin, og bað mammuna sleppa sær út tan vegin.
Bussurin fekk rættiliga stóran skaða, og bilurin fór sum vera man eisini rættiliga illa.

Ikki lisið frágreiðingina
Eisini bussførarin varð førdur sum vitni, og í báðum vitnisfrágreiðingunum kom fram, at hvørki ákærda kvinnan ella bussførarin høvdu sæð vitnisfrágreiðingarnar hjá politinum. Tað merkti, at fleiri av pástandunum hjá ákæranum vórðu vístir aftur, bæði av ákærdu kvinnuni og av bussføraranum.
Ákæran bygdi í stóran mun á skeivu fatanina av, at kvinnan hevði havt náttarvakt náttina fyri, og at tað var orsøkin til, at hon var troytt. Men ein váttan frá arbeiðsgevaranum prógvaði, at hetta ikki var so.
Politiið tosaði eisini við bussføraran á staðnum. Men tá tað í politirapportini stóð, at bussførarin skuldi havt sagt, at bilurin koyrdi ikki undir 80 kilometrar, so eigur bussførarin ikki hesi orðini. Hann greiddi frá, at hann als ikki ansaði bilinum, tí hann hugdi hinvegin. Bilurin rendi á bussin í somu løtu, sum hann vendi sær við aftur.
Stoyturin hevur verið so mikið stórur, at bussurin flutti seg, men eingi av teimum 15-20 børnunum – í aldrinum 7-10 ár – fingu kortini nakran skaða av hendingini, tó at onkur fóru til lækna til kanningar.
Ákærin segði í proseduruni, at uttan mun til, at kvinnan ikki hevði verið á náttarvakt náttina fyri, so var hon móð av onkrum ávum, og átti tí at verða dømd eftir paragraffini um koyring undir sygdom, svækkelse, mangel af søvn ella under indflydelse af anden slags. Revsingin átti at verða treytaleys frádøming av koyrikortinum í eitt ár og ein bót svarandi til eina mánaðarløn, netto, á 9.500 krónur.
Verjin helt hinvegin ikki, at tað kundi koma upp á tal við treytaleysari frádøming av koyrikortinum, men hevði annars ongar viðmerkingar til bótina.