Nýggja føroyska fløgan hjá Teiti, Káta Hornið, er seinnapartin í dag komin í handlarnar. Tað er plátufelagiði Tutl, ið gevur fløguna út.
Kristian Blak frá plátufelagnum Tutl, sigur við Planet.fo, at fløgan er koyrd út í handlarnar, og at fyrst í juni er ætlanin at skipa fyri útgávu tiltøkum í Føroyum. Teitur er í løtuni staddur í Onglandi har enskmælta fløgan Stay Under The Stars nýliga er útgivin, Teitur hevur spælt nakrar konsertir í Onglandi og spælir síðstu konsertina á ensku konsertferðini í Bush Hall í London í annað kvøld.
Í sambandi við útgávuna av Stay Under The Stars stovnaðu Teitur og umboðsmaður hansara Christian Ulf-Hansen egið plátufelag, men hóast hetta hevur Teitur valt, at givið hesa fløguna út hjá føroyska plátufelagnum TUTL, og hann leggur heldur ikki skjól á, at henda fløga er gjørd bert til føroyska og íslendska marknaðin.
Teitur hevur lagt eitt lag av nýggju fløguni Havnin er ein lítil bygd, á myspace síðu sína myspace.com/teitur