KÍ kvinnurnar hava við 3-1 sigri á Argjum í dag rættuliga styrkt um møguleikan at vinna enn eitt FM heiti.
Stutt undan leikloki var rættuligur dramatikkur á Argjum. Dómarin vísti KÍ málverjanum, Randi Wardum, reyða kortið eftir hornasparksinnlegg.
Samstundis peikaði dómarin á ellivu metra blettin. Rannvá B. Andreasen fór í KÍ málið at standa, og Olga Kristina Hansen sendi brotssparkið í stólpan, og harvið gjørdist úrslitið 3-1 til KÍ.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki legði Rannvá B. Andreasen KÍ framum. So royndi AB at leggja trýst á, og tað eydnaðist Lisu í Liða av javna til 1-1.
Stutt undan steðginum legði KÍ seg framum aftur. Málskjútti var Una Joensen.
Eftir ein tíma økti Rannvá B. Andreasen um KÍ leiðsluna til 3-1, og tað gjørdist úrslitið.
AB-KÍ 1-3 (1-2)
0-1: Rannvá B. Andreasen 22.
1-1: Lisa í Liða 39.
1-2: Una Joensen 44.
1-3: Rannvá B. Andreasen 67.
Reytt kort: Randi Wardum, KÍ, 88.
Víkingur-EB/Streymur 0-2 (0-0)
0-1: Mildrið Djurhuus 75.
0-2: Ann Tóra Láadal 90.
Skála-MB 7-2 (4-0)
1-0: Fríðrún Danielsen 5.
2-0: Oddrún Danielsen 9.
3-0: Mirjam D. Frederiksberg 19.
4-0: Kristinbjørg Frederiksberg 31.
5-0: Ásgerð Siri Káradóttir 51.
5-1: Jenny Svabo 57.
5-2: Miriam Akselsen 58.
6-2: Evi Mikkelsen 86.
7-2: Bára Berthelsen 89.
Støðan
KÍ 21
AB 15
Skála 14
Víkingur 10
EB/Streymur 5
MB 1
KÍ og Skála hava spælt 7 dydstir, og hini liðini hava spælt 8 dystir