KÍ trumfaði í steypakappingini

Steypakappingar í yngru deildunum: Í dag hava trý lið hjá KÍ og eitt lið hjá Víkingi vunnið steypafinalur í fótbólti. Tað er Norðoyastevna, og tað kann ikki sigast annað, enn at klaksvíkingar, sum hava verið aðra staðni í steypaørindum í fótbólti, rættuliga hava gjørt um seg.

Fýra finalur eru spældar í dag. KÍ var annar partur í trimum, og klaksvíkingar vunnu allar finalurnar.

Dreingirnir hjá KÍ vunnu í Gundadali 4-1 ímóti B36.

Gentur 14-17 ár vunnu 2-0 ímóti B68/NSÍ í Streymnesi, og smágenturnar vunnu 1-0 ímóti Víkingi.

Víkingur vann steypafinaluna í smádreingjadeildini. Víkingarnir vunnu 5-2 ímóti EB/Streymi. Eisini henda finalan var í Gundadali.