KÍ tryggar sær spælarar

Mikukvøldið skrivaðu tríggir av spælarunum hjá KÍ undir nýggjar avtalur við felagið. Meinhardt Joensen, Heðin á Lakjuni og Paul Clapson halda allir fram í KÍ næsta kappingarár. Meinhardt hevur í ár spælt væl í KÍ-málinum, og hann er komin á landsliðið. Heðin á Lakjuni er ein av royndu spælarunum hjá KÍ, og hann telist eisini millum mest vinnandi spælaranar í Føroyum seinnu árini. Paul Clapson er bretskur álopsspælari, og hann er toppskjútti hjá KÍ higartil til í ár. Fleiri av hinum spælarunum hjá felagnum eru eisini við at gera nýggjar sáttmálar, sigur KÍ í tíðindaskrivi.