Klaksvíkingar fyrireika seg nú fyrrapartin at fara út á Skála. Rættari er at siga, at KÍ fyrireikar seg at fara út á Skála.
Fleiri klaksvíkingar eru longu farnir út á Skála, har teir fyrireika seg at taka ímóti KÍ, sum teir allir hava umboðað. Umframt venjaran, Eyðun Klakstein, sum bæði hevur spælt við og verið venjari hjá KÍ, er talan um Niels Paula Danielsen og Heðin Klakstein, sum eru uppvaksnir í og búgva í Klaksvík, og um Ahmed Mujdragic, sum undanfarnu árini spældi við KÍ og nú er miðverji á Skála.
Tølini siga, at tað er sera tætt og javnt, tá ið hesi bæði liðini hittast á Skála.
Klaksvíkingar hava vunnið seks av teimum fjúrtan ferðunum, sum teir hava spælt ímóti Skála á útvølli, síðani skálamenn fyrstu ferð vunnu sær pláss í fremstu røð í 2002. Fimm av teimum seks ferðunum hevur sigurin verið við einum máli og einaferð við tveimum málum.
Tríggjar ferðir er tað endað javnt – í fyrsta dystinum í 2002 (2-2), í fjør (0-0) og í 2006 (1-1).
Skála hevur vunnið fimm ferðir. Størsti sigurin var í 2005 (4-0). Síðsti sigurin var í 2014 (2-0).
Samantaldi málmunurin er 16-14 til Skála.
15. apríl í ár endaði tað 0-0 á Skála, og dagin undan ólavsøkuaftan vann KÍ 3-1 á heimavølli ímóti Skála í lívligari uppgerð, har tað vóru nógvir málmøguleikar og í báðum endum.
Hjá Skála er tað ivasamt, um Jákup Johansen verður førur fyri at spæla. Hann er plágaður av skaða í lærkrikanum. Edvin Jakobsen og Jannik M. Olsen eru tøkir aftur. Jannik var á vøllinum alla tíðina, tá ið næstbesta Skála liðið tapti 7-1 í Runavík ígjár.
Hjá KÍ eru allir spælararnir tøkir uttan Hákun Edmundsson, sum hevur verið plágaður av skaða í lærkrikanum alt kappingarárið og ikki enn hevur spælt við KÍ, sum hann síðsta vetur flutti til.