Billard
Ikki bert í 1. deild hevur Kaggin havt eydnuna við sær. Eftir at Kaggin í 1. deild vann 18-0 á Havnar Klubba herfyri, endurtók 2. deildarliðið hjá Kagganum sama sigur móti Tvøroyrar Billardfelag við at vinna 18-0. Heimir Ottoson var bestur við 12,80 eygum í meðal, meðan Jens Pauli Petersen eisini frá Kagganum gjørdist næstbestur við 11,40 eygum í meðal. Triði maður á Kaggaliðnum var Fríðbjartur Reinert við 8,53 eygum í meðal. Teir, ið mannaðu liðið hjá Tvøroyrar Billardfelag, vóru Rókur Dimon, Páll Heri Nolsøe og Jan Egil Johannesen. Bestur av teimum var Páll við 8 eygum í meðal. Jens Pauli hevði besta umfarið, 124 eygu.
Støðan í 2. deild:
1Havnar Klubbi32 stig
2Billardfelag Kaggans26 stig
3Vágs Billardfelag20 stig
4Klaksvíkar Billardfelag8 stig
5Tvøroyrar Billardfelag4 stig