Kahn gevst í 2008

Týski stjørnumálverjin, Oliver Kahn, almannakunnger nú, at hann gevst at leika fótbólt komandi summar. 37 ára gamli Bayern München-málverjin heldur tað vera best, at hann gevst á toppinum. Júst somu meining hevði hann, tá ið hann eftir HM í fjør gavst á týska landsliðnum. Hann hevur trúðfast altíð leikt fyri týska stórfelagið, og teir eru eisini sinnaðir at bjóða Kahn nýggjan sáttmála, sum hann tó sigur nei takk til. Hansara seinasti arbeiðsdagur verður tískil 30. juni 2008.