Kaj Leo aftur á landsliðnum

Jóannes Bjartalíð er skaddur, og verður tískil ikki við í venjingardystunum móti Kekkia og Kosovo. Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Kaj Leo í Bartalsstovu, boðar Fótbóltssambandið frá

Kaj Leo í Bartalsstovu (t.h.) er úttikin til landsdystirnar móti Kekkia og Kosovo - Mynd: Hans Erik Danielsen

Jóannes Bjartalíð er skaddur, og verður tískil ikki við í venjingardystunum móti Kekkia og Kosovo. Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Kaj Leo í Bartalsstovu, boðar Fótbóltssambandið frá.

 

Fyrr í vikuni kunngjørdi Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til venjingardystirnar móti Kekkia og Kosovo, sum verða á útivølli seinni í mánaðinum. Men nú er greitt, at venjarin verður noyddur til at síggja burtur frá Jóannesi Bjartalíð úr KÍ, ið hevur verið ein av størstu profilunum í heimligu kappingini, umframt at hann veruliga hevur bitið seg fastan á landsliðið.

 

Orsøkin er ein brotin stóratá, og boðini frá læknanum eru, at Jóannes Bjartalíð skal binda frið næstu fýra vikurnar. Hann er tískil ikki tøkur til landsliðsfótbólt hesaferð.

 

Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Kaj Leo í Bartalsstovu, ið spælir fyri ÍA Akranes í Íslandi, og sum higartil er skrásettur fyri 27 A-landsdystir og 1 mál fyri Føroyar. Og tað var ein fegin gøtumaður í Íslandi, ið umsíðir aftur er boðsendur til føroyska A-landsliðið.

 

– Landsliðið hevur altíð verið nakað heilt serligt at spælt fyri. Steðgurin hesaferð gjørdist heldur drúgvur, men eg gleði meg til dystirnar, og vónandi fái eg eisini nakrar minuttir á vøllinum, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu við heimasíðuna hjá FSF.

 

Mikudagin 16. november spæla Kekkia og Føroyar í Ololouc, og tríggjar dagar seinni, leygardagin 19. november møtast Kosovo og Føroyar í Pristina.

 

Hópurin:

 

Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)

 

Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

 

Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklubb (Noreg)

 

Hanus Sørensen, HB Tórshavn

 

Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)

 

Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)

 

Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn

 

Heðin Hansen, HB Tórshavn

 

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

 

Samuel Johansen Chukwudi, Union St. Gilloise (Belgia)

 

Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍA Akranes (Ísland)

 

Jann Julin Benjaminsen, IL Hødd (Noreg)

 

Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)

 

Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík

 

Andrias Edmundsson, Aguilas FC (Spania)

 

Noah Hans Mneney, Víkingur

 

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

 

Andrass Johansen, B36 Tórshavn

 

Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík

 

Stefan Radosavljevic, HB Tórshavn

 

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík

 

Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)

 

Pætur Petersen, HB Tórshavn

 

Kaj Leo í Bartalsstovu (t.h.) er úttikin til landsdystirnar móti Kekkia og Kosovo - Mynd: Hans Erik Danielsen