Kaj Leo biður Páll fyrigeva

Innanhýsis stríðið í Tjóðveldi er stóra søgan í føroyskum politikki í løtuni, aftaná at tað kom til sjóndar um vikuskiftið, tá Annita á Fríðriksmørk, tingbólkaforkvinna fyri Tjóðveldi, kallaði hennara floksfelaga Páll á Reynatúgvu, tingformann, fyri ein psykopat og egoist.

Tað var í einum práti við ein av fundarluttakarunum á flokstinginum hjá Tjóðveldi, at orðini fulli, men tey bæði vóru óvitandi um, at ein mikrofon var nærhendis, ið varpaði alla samrøðuna út til tey, ið fylgdu við flokstinginum á netinum. Sunnudagin skrivaði news.fo um málið og síðan hevur tað yvirskýggjað alt annað, ið bleiv sagt og samtykt á flokstinginum.

Nógv verður kjakast á tíðindasíðum og sosialum miðlum um støðuna og almennu og privatu umberingina, ið Annita á Fríðriksmørk hevur givið Páll á Reynatúgvu. Eisini millum tingfólk hjá øðrum flokkum hevur málið vakt ans. Ein teirra er Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður hjá Sambandsflokkinum og fyrrverandi løgmaður, ið mælir tingformanninum um at fyrigeva tingkvinnuni.

- Tú hevur ikki uppiborið hasa viðferðina, tað er ongantíð stuttligt at fáa knív í ryggin, serliga tungt og møtimikið frá sínum egnu, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen í einari dagføring á Facebook og leggur afturat.

- Men tað er bert eitt at gera Páll, um ikki tað skal eta ein upp innanifrá, tað er at fyrigeva.

Ein fantastisk kensla at gera tað og meina tað, tá kemur man víðari í lívinum, bæði glaðari og sterkari.

Í dagføringini vísir hann eisini á, at hóast teir báðir mangan eru ósamdir í tí politiska, so hevur hann stóra virðing fyri tingformanninum sum menniskja og politikkara.