Kaj Leo er hentur idiotur hjá Putin

– Kanska skilir maðurin ikki eitt kvekk av nøkrum – men hann uppførir seg altso ikki bara arrogant móti NATO, ES og USA, men eisini móti síni egnu samgongu

– Kanska skilir maðurin ikki eitt kvekk av nøkrum – men hann uppførir seg altso ikki bara arrogant móti NATO, ES og USA, men eisini móti síni egnu samgongu

 

So bersøgin er Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, um, at Kaj Leo Holm Johannesen hevur verið í Moskva »og stungið Vesturheimin og NATO í ryggin«, sum hann málber seg.

 

Sjúrður Skaale heldur, at hendan provokatiónin hjá Føroya Løgmanni kann gerast okkum sera dýr:

 

»Tað er vápnahvíld í Ukraina. Men stabil er støðan ikki. Hon verður ikki stabil so leingi ein megalomanur einaræðisharri sum Putin situr við ræði í Russlandi.

 

Spyr í Kekkenia. Spyr í Georgia. Spyr á Krim.

 

Putin gevst ikki við góðum, og tí hevur NATO – við túsundtals hermonnum – júst gjørt av at dubba verjuna av teimum limalondum, sum liggja næst Russlandi.

 

Leiðararnir í vesturlendsku londunum hava ikki álit á, at Russland steðgar. Hvørki í Ukraina ella hesu megin Ukraina.

 

Tí verða tiltøkini móti Russlandi eisini herd. Og hetta – at NATO dubbar og tiltøkini verða herd – er uttan iva orsøkin til, at vápnahvíldin er íkomin.

 

Í lagi at handla

Tað ber til at grundgeva fyri, at vit kortini kunnu halda fram við okkara handli við Russland.

 

Fyri tað fyrsta: Føroyar boykotta jú ikki Russland – og verða tí heldur ikki boykottaðar. Tað er einki brotsverk ikki at verða boykottaður. Og tað er einki brotsverk hjá tí, sum ikki er boykottaður, at halda fram at handla.

 

Fyri tað næsta: Høvdu vit boykottað, hevði tað rakt okkum nógv harðari enn onnur lond.

 

Fyri tað triðja: Mistu vit eisini russiska marknaðin, hevði prísurin í Europa fallið enn meir, enn hann longu er fallin. Tað hevði ikki bara rakt okkum, men eisini aðrar fiskaeksportørar.

 

Fyri tað fjórða: Heimurin er størri enn Europa og USA. Russland kann innflyta úr Asia og Suðuramerika. Eg var sjálvur í farnu viku á fundi við chilenskar myndugleikar, sum greitt siga, at teir fara at økja eksportin til Russlands so nógv sum gjørligt.

 

Fyri tað fimta – og týdningarmesta: Politiskt ber til at argumentera fyri, at vit halda politikk og diplomati fyri seg, og handil fyri seg. Fleiri lond hava sum prinsipp, at tey ikki tvinna hesi bæði saman.

 

 

Føroyar sum hol

Men tað er stórur munur á at selja laks til Russlands – og so beint nú at fara á almenna vitjan um øktan samhandil, sum Kaj Leo Holm Johannesen júst hevur gjørt.

 

Fyri tað fyrsta ger hann við hesum púra greitt, at vit IKKI halda handil fyri seg og politikk og diplomati fyri seg. Vit ikki bara selja til Russlands. Vit hálsfevna Russland politiskt! Og tað gera vit samstundis sum NATO ger klárt at verja ávís limalond móti møguligum russiskum álopi, og ES helst herðir síni tiltøk!

 

Í samrøðu við Sosialin í gjár ger okkara løgmaður greitt, at hann var kallaður til Russlands, tí ”teir ynskja at keypa okkara fiskavørur”. Og at ”øll føroysk virki” nú skulu góðkennast at útflyta til Russlands.

 

Við øðrum orðum: Føroyar skulu brúkast sum eitt hol í vesturlendska múrinum.

 

Og tað fer longur enn. Krígsgræði diktatorurin í Russlandi ger greitt, at hetta snýr seg ikki bara um handil. Nei, Russland vil hava ”eitt strategiskt samstarv við Føroyar”.

 

Og tey hava tosað væl saman á fundinum. Tí samstundis sum okkara sameindu – USA og demokratisku londini í Europa – boykotta Russland, sat okkara løgmaður í Moskva og boðaði frá, at ”vit trúgva ikki uppá boykott sum amboð at loysa ósemjur”.

 

Tað kann hann halda. Tað kunnu allir føroyingar av góðum grundum halda. Men at boða alment frá tí beint nú – í Moskva! – er so vitleyst, at eg havi ikki orð fyri tí.

 

Kolossal provokatión

Føroyar hoyra til NATO. Vit hoyra til Vesturheimin. NATO og vesturheimurin liggja í sera álvarsomum stríði við Russland. Einum stríði um virðing fyri landamørkum, virðing fyri altjóða rætti, virðing fyri mannarættindum og virðing fyri mannalívum.

 

Men Kaj Leo situr á fundi í Moskva og boðar frá, at hann ikki trýr uppá tað, sum Vesturheimurin ger – og tosar í staðin um ”strategisk samstarv” við Russland.

 

Tað er ein kolossal provokatión. Og tað er sera álvarsamt.

 

Men okkara løgmaður tykist slett ikki halda, at hetta hevur uttanríkispolitiskan týdning yvirhøvur. Ja, hann hevur enntá sitið í Russlandi og stungið Vesturheimin í bakið uttan at hava ráðført seg við Uttanlandsnevnd løgtingsins – sum hann annars heilt greitt skal, tá hann tekur eitt so drastiskt uttanríkispolitiskt stig.

 

Kanska skilir maðurin ikki eitt kvekk av nøkrum – men hann uppførir seg altso ikki bara arrogant móti NATO, ES og USA, men eisini móti síni egnu samgongu.

 

Kunnu Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Kaj Leosa egni flokkur veruliga liva við hesum?«