– Eg megnaði ikki at fáa breiða semju um eina fiskivinnunýskipan, og tí metti eg ikki, at tað var forsvarligt at trýsta hana ígjøgnum, tí hon hevði verði broytt aftur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í aftursvari til skuldseting frá Sjúrði Skaale fyrr í dag.
– Tú hevur púra rætt, eg megnaði sum løgmaður at knæseta tilfeingisgjaldið 2011 eftir stóran bardaga við Fólkaflokkin og eitt samgonguslit.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, í svari til atfinningarnar frá Sjúrði Skaale fyrr í dag.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann megnaði saman við Jacob Vestergaard og samgonguni at tilføra okkara landi eyka milliardavirðir, tá Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi stungu halan millum beinini.
– Tit komu ikki við fyrr enn aftaná, tá alt var avgjørt, sigur hann.
Men Kaj Leo Holm Johannesen viðgongur, at hann megnaði ikki at fáa breiða semju um eina fiskivinnunýskipan og tí metti hann ikki, at tað var forsvarligt at trýsta hana ígjøgnum, tí hon hevði verði broytt aftur.
– Samgongan megnar heldur ikki at fáa hana ígjøgnum við breiðum meiriluta, og tí verður hon broytt aftur skjótt, og eg eri til dystin fús, um flokkurin fær innbjóðing til samráðingar um fiskivinnunýskipan, sigur hann.
Les eisini: Ómegd hjá Kaj Leo og Jørgen gav Høgna uppgávuna
– Men Løgmaður hevur ikki ynskt Sambandsflokkin við umborð, og "ómegd" møguliga, men eg tók við leiðsluni av okkara landi í 2008, tá harðast leikaði á, so gerist eitt sindur keddur, tá tú ákærir meg at vísa "ómegd", men hav eitt gott kvøld vinurin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.