Kaj Leo skiftir felag

Kaj Leo í Bartalsstovu hevur skift Leiknir út við Njarðvík

Kaj Leo í Bartalsstovu hevur skift Leiknir út við Njarðvík, skrivar mbl.is. 32 ára gamli gøtumaðurin skifti til leiknir undan hesum kappingaráinum. Leiknir og Njarðvík spæla bæði í næstbestu deildini í Íslandi.

- Njarðvík skifti nýliga venjara, og nýggur venjari er Gunnar Heiðar Þorvaldsson, sum leikti saman við Kaj Leo í ÍBV har teir vunnu íslendsku steypakappingina saman í 2017, skrivar eyp.fo.

Kaj Leo í Bartalsstovu hevur eisini umboðað íslendsk feløg sum Valur, ÍBV, FH og ÍA.