Kaj Leo skoraði aftur í steypakappingini

Føroyingaliðini, ÍBV og FH hava bæði vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í íslendsku steypakappingini

Kaj Leo í Bartalsstovu byrjaði inni, og hann legði ÍBV á odda 1-0 longu aftaná seks minuttir, tá ÍBV á heimavølli á Hásteinsvøllinum í Heimey vann 5-0 á Fjølni, og tryggjaði sær harvið pláss í fjórðingsfinaluni í íslendsku steypakappingini. Kaj Leo var skiftur út tá 85 minuttir vóru farnir.

 

Venjarin hjá ÍBV valdi at hvíla Jónas Tór Næs til dystin ímóti Fjølni í kvøld.

 

Liðið hjá Gunnari Nielsen, FH er eisini víðari í íslendsku steypakappingini við einum 2-1 sigri á Selfoss á heimavølli á Kaplakrikaleikvøllinum á Hafnarfjørðinum. Venjarin hjá FH gav eykamálverjanum, Vígnir Jóhannesson møguleikan í kvøld. Gunnar Nielsen sat á beinkinum, sum eykamálverji og hann sá Kristján Flóka Finnbogason við tveimum málum í fyrra hálvleiki tryggja FH pláss í fjórðingsfinaluni.

 

Misjavnt hevur gingist bæðu ÍBV og FH í pepsideildini, men nú eru liðini bert tveir dystir frá íslendsku steypafinaluni, sum er ein stórhending í íslendskum fótbólti.