Kaj Leo verður heilsumálaráðharri

Kaj Leo Holm Johannesen váttar í kvøld, at hann fer at umsita heilsumál í landsstýrinum.

 

Eftir at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin í dag samdust um at skipa samgongu, eru nógvar gitingar um, hvørjir persónar fara at umsita ymisku málsøkini, sum flokkarnir í nýggju samgonguni hava fingið at umsita.

Í kvøld er tað vorðið greitt, at tað verður Kaj Leo Holm Johannesen, sum fer at umsita heilsumál fyri Sambandsflokkin í nýggju samgonguni.

Áður er vorðið greitt, at Bárður á Steig Nielsen verður løgmaður, og gitt hevur verið, at Jógvan á Lakjuni verður løgtingsformaður.

Tíðindafundur verður ikki fyrr enn fyrrapartin í morgin, har samgonguskjalið verður almannakunngjørt, og tá verður ivaleyst eisini greitt, hvørjir persónar í teimum trimum flokkunum fara at umsita ymisku málsøkini.

Bárður á Steig Nielsen hevur tó váttað, hvørji mál nýggju landsstýrisflokkarnir hava fingið at umsita.

Men, í kvøld váttar so Kaj Leo Holm Johannesen, at hann verður landsstýrismaður, og at hann fer at umsita heilsumál.

##med2##