Tað var Danmark, sum skipaði fyri fundinum millum løgmann og russiska vararáðharran fyri landbúnaði og fiskivinnu í Moskva herfyri um økt handilssamband millum Russland og Føroyar – mitt í boykott-stríðnum millum Russland og ES. Sambært Berlingske Business hóttir løgmaður við avleiðingum fyri ríkisfelagsskapin, um Danmark blandar seg.
Landsstýrið bað Danmark halda seg burtur, tá løgmaður í síðsta mánaði samráddist við russar um fiskaútflutning.
Tað vísa skjøl, sum Berlingske Business hevur fingið fatur á. Tey vísa til teldupostsamskifti millum Løgmansskrivstovuna og russisku stjórnina í Moskva.
Blaðið skrivar, at ES harðliga hevur heitt á triðjalond um ikki at gera sær dælt av støðuni við at taka marknaðarpartar, og Martin Lidegaard, uttanríkisráðharri, hevur lagt dent á, at hann væntar, at Føroyar fylgja áheitanini. Men almenna referatið frá samráðingunum millum løgmann og russar vísir, at Føroya hava gjørt júst tað øvugta – hava tosað um at økja útflutningin til Russlands.
– Men hetta samskiftið skuldi fram fram uttan danska luttøku, sigar Berlingske Business.
Løgmaður avtalaði fundin við russar í eini telefonsamrøðu fríggjadagin 29. august, og mánadagin 1. september kunnaði hann umvegis teldupost donsku sendistovuna í Moskva »for god orden skyld«, sum tað var formulerað í teldupstinum frá Gunnari Holm-Jacobsen, leiðara fyri uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni.
»I må som altid sige til, hvis der er noget, vi kan hjælpe med,« svaraði danski sendiharrin í Moskva, Thomas Winkler.
»Vi deltager også gerne i mødet, hvis det har interesse.«
Men hesin áhuga var ikki, skrivar Berlingske Business.
– Svarið av Løgmansskrivstovuni var eitt stórt nei-takk, føroyingar skuldu ikki njóta gott av at hava danir við til russisku stjórnina.
»Med henhold til mødedeltagelsen har vi den opfattelse, at det – i dette konkrete og helt specielle tilfælde – vil det være at foretrække, at det bliver en rent færøsk delegation, der møder russerne på grund af de helt specielle omstændigheder, vi befinder os i i øjeblikket, i og med at Danmark som EU-land er ramt af embargoen, mens Færøerne står udenfor,« skrivaði Gunnar Holm-Jacobsen aftur.
Men um sendistovan hevur ein tolk tøkan, so hevði tað verið »meget værdsat«, legði hann afturat.