Heri Simonsen
Tað var afturi í 1956, at kenda franska fótbóltsblaðið “France Football” á fyrsta sinni skipaði fyri atkvøðugreiðsluni um “Ársins Leikara í Evropa”. Fyrsta árið vann enska legendan; Stanley Matthews, sum leikti við Blackpool. Matthevs nærkaðist hálvu øldini, áðrenn hann legði skógvarnar á hilluna. Hann var 41 ára gamal, tá hann fekk stóru viðurkenningina í 1956. Tey næstu 39 árini, fram til 1995 kundu bara føddir evropearar vinna “Gylta Bóltin”, ella “Ballon D´or”, sum hann nevnist á fronskum. Frá 1995 hava leikarar frá øðrum heimspørtum, sum hava leikt við evropeiskum feløgum eisini havt møguleikan at vinna Gylta Bóltin. Og longu í 1995, var tað afrikanski George Weah frá Liberia, sum streyk avstað við sigrinum. Í ár hevur altjóðagerðin veruliga innheinta Gylta Bóltin. Tí nú kunnu leikarar, ið leika í øðrum heimspartum eisini vinna Ballon D´or.
Kaka favorittur
29 ára gamli fílabeins-strandingurin hjá Chelsea; Didier Drogba. Bert 20 ára gamli, argentinski Messi hjá Barcelona, og 22 ára gamli Christiano Ronaldo úr Portugal og Manchester United eru millum teir nomineraðu. Men hjá flest øllum garvaðum ítróttarjournalistum er nærum eingin ivi. Brasilski leikarin hjá Milan; 25 ára gamli Kaka verður hann, sum vinnur Gylta Bóltin í 2007. 2. desember verður Gylti Bólturin so latin til vinnaran í beinleiðis sjónvarpssending. Tað er serliga brøgdini hjá Kaka í Champions League kappingini 2006/07, og tey 10 málini hann skeyt í kappingini, sum liggja til grund fyri, at Kaka er favorittur at gerast Ársins Leikari. Vinnarin í 2006; Fabio Cannavaro er heldur ikki í iva um, at Kaka fær flest atkvøður. Cannavaro er sjálvur millum teir 50 nomineraðu, men menn spáa honum ikki eitt pláss í fremstu røð hesuferð.
1 til 5 stig
Teir 96 ítróttarjournalistarnir sum skulu velja Ársins Leikara, skulu velja hann eftir einari serligari stigaskipan. Teir skulu lata ávikavist 5, 4, 3, 2 og 1 stig til teir fimm leikarnar, sum hesir halda hava uppiborið heiðurin. Tó er álagt teimum 96 ítróttarjournalistunum at vekta tvey ting. 1) Tað, sum leikarin hevur avrikað í 2007, og tað sum lið hansara hevur avrikað í 2007 (vunnin meistaraheitið o.l.) 2) Støði á leikaranum (talentið og fairplay), persónligheitin hjá leikaranum, og hvussu tað hevur gingist í samlaðu fótbólts-yrkisleiðini hjá leikaranum. Havandi hetta í huga, ger tað ikki favoritstøðuna hjá Kaka minni. Kaka er ein sera siðiligur leikari, sum gongur høgt uppí kristnu trúnna hjá sær. Bara ein norðurlendingur er millum teir 50 nomineraðu, og er tað svenski Zlatan Ibrahimovic. Nakrir í evropeiskum høpi ókendir leikarar úr Asia, og Norður- og Millumamerika eru eisini nomineraðir. Men teir eru óivað tiknir við, sum ein staðfesting um, at nú er Gylti Bólturin ein global atkvøðugreiðsla. Men hvussu er og ikki, so verður tað helst Kaka, ið fær heiðurin.