Kaka bleiv í kvøld kosin heimsins besti fótbóltsleikari 2007. Hansara einatandandi avrik á framrættaða miðvøllinum hjá AC Milan, har hann í ár eisini hevur vunnið Champions League og HM fyri feløg, vóru ikki til at koma uttan um hjá Lionel Messi og Cristiano Ronaldo, sum annars vóru hinir báðir tilnevndu. Messi varð kosin næstbestur, meðan Ronaldo mátti taka til takkar við 3. plássinum.
25 ára gamli Kaka kom til AC Milan frá heimlandsfelagnum Sao Paolo í 2003, og tá kostaði hann italska stórfelagnum bara 45 milliónir krónur.