Nú freistin at lata jólakalendarin hjá Sosialinum inn er um at vera úti, er ferðslan rundan um Miðlahúsið í Vágsbotni øgilig. Tær báðar fryntligu damurnar í móttøkuni ganga fleiri ferðir um dagin út og tøma postkassan, og fólk gongur um dyrnar við kalendarum allan dagin.
<st1:PersonName ProductID="Jonhard Hammer" w:st="on"$?$end$!$<BR>Jonhard Hammer</st1:PersonName$?$end$!$ marknaðarleiðari í Miðlahúsinum er ovfarin av góðu undirtøkuni, ið kappingin hevur fingið, og sigur at nú er skjótt ikki verandi á skrivstovuni fyri innsendum kalendarum. Hann er ikki liðugur at pakka brævbjálvarnar upp, men hevur boðsent hjálp til hetta arbeiði, soleiðis at klárt verður hjá Bassa at trekkja lut. Jonhard sigur, at hóast hann ikki er liðugur at telja so er greitt, at talan er um fleiri túsund kalendarar.<BR>
Tað er ikki so løgið, at áhugin er stórur, tí vinningarnir eru stórir og góðir. Eitt Gávukort frá Miklagarði við virði kr. 20.000, ein familjuferð fyri tvey vaksin og tvey børn við Atlantic Airways við uppihaldi á Lalandia í Danmark, olja frá Shell virði kr. 10.000, familjuvikuskifti í Kongasvituni á Hotel Tórshavn fyri tvey vaksin og tvey børn umframt gávukort til Bowling Høllina, Pizzacafeina og Havnar Bio, 10 Sodavatnskassar frá Faxe Kondi og 8 kilo av Merrild kaffi frá Poul Michelsen heilsølu.
Freistin at lata kalendarar inn er úti í morgin 29. desember kl. 12. So enn ber til at koyra kalendarar í postkassan hjá Miðlahúsinum. Seinnapartin í morgin fer Bassi at draga teir kalendararnar, ið vinna. Vinnararnir verða almannakunngjørdir í Sosialinum fríggjadagin.
Umframt hesa kappingina hevur Sosialurin havt teknikapping og Sudoku kapping í desember, freistin at lata inn í hesum kappingum eru somuleiðis kl. 12 í morgin. Eisini hesar kappingar hava havt stóra luttøku.