Ein 18 ára gamal drongur, sum vitnaði í rættarmálinum ímóti Anders Behring Breivik í dag, kallaði tann álærda landasvíkjara.
Undir avhoyringini greiddi tann 18 ára gamli frá, at hann spældi deyður, meðan drápsmaðurin skjeyt hini tíggju ungfólkini, sum vóru inni í Lítlasali á Utøya.
-Eg hoyrdi, at hann løddi byrsuna, og tá helt eg, at mín seinasta løta var komin, segði drongurin í rættinum. Hann segði, at hann helt dráspmannin vera av norskum uppruna, og hann hevði eisini síona hugsan um hann.
-Tað vísti seg at vera rætt. Allir landasvíkjarar síðani 2. heimsbardaga hava verið víðgongdir høgramenn, segði vitnið.
Anders Behring Breivik brosaði, tá hann hoyrdi hetta. So setti hann seg at skriva okkurt í blokkin, og tað fekk tey sakkønu í rættarhølinum at taka pennin og at skriva niður, skrivar norska kringvarpið.