Kallað er inn til tunnilsfund

- Innkalling er farin út til Suðurleiðsbólkin og til floksformenninar, og miðað verður eftir at halda fundin hósdagin.

- Innkalling er farin út til Suðurleiðsbólkin og til floksformenninar, og miðað verður eftir at halda fundin hósdagin.

Tað sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.

Tað er tó okkurt ið bendir á, at fundurin møguliga ikki verður hósdagin.

- Fleiri av luttakarunum eru upptiknir av fundum í Úrtnorðurráðnum, tí kann tað henda, at tunnilsfundurin ikki verður fyrr enn í seinasta lagi mánadagin, sigur Jørgen Niclasen.

Tað er nógv, ið bendir á, at semja í tunnilsmálinum er ógvuliga nær, og tað kann vera, at hetta verður seinasti fundurin millum Suðurleiðsbólkin, floksformenninar og Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra.