Kallsberg, Nyrup og Motzfeldt í Grønlandi

Í gjár fór Anfinn Kallsberg á ríkisfund í Grønlandi, saman við Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformanni og Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra

Tað vóru ikki tey stóru tíðindini at frætta undan ríkisfundinum. Tí hann er óformligur á tann hátt, at eingin dagsskrá verður gjørd. Heldur ikki eru embætisfólk við á fundinum, tá Motzfeldt, Kallsberg og Nyrup Rasmussen sessast um fundarborðið.


Anfinn Kallsberg løgmaður, segði áðrenn hann fór avstað gjáramorgunin, at hann fór at rógva aftur á tey mál, sum hava verið umrødd millum Danmark og Føroyar, eitt nú flogvøllin í Vágum, ES -mál, sjóverjuna og uttanríkismál.

? Hetta eru mál, sum vit eru felags um, og sum vit hava tosað við Niels Helveg Petersen, uttanríkismálaráðharra og Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, tá teir hava vitjað í Føroyum, sigur Anfinn Kallsberg.


Seinasti ríkisfundur var í Føroyum 6. januar í fjør. Tá var Edmund Joensen løgmaður.


Løgmaður segði, at hann ikki hevur stórvegis viðmerkingar til ríkisfundin í gjár, av tí at hann ikki hevur verið við áður, og tí ikki veit stórvegis um, hvussu farið verður fram á slíkum fundi.


Hóast embætisfólkini ikki sleppa á ríkisfundin, eru tey kortini við á ferðini, av tí at tey skulu fundast fyri seg.


Meira kemur um fundin seinni.