Í fjør fiskaði línuskipið Kambur fyri slakar 16 miljónir krónur og Stapin, sum var næstur í veiðivirði, fiskaði fyri slakar 14 miljónir krónur.
Í ár er veiðivirðið hjá Kambi 16,5 miljónir krónur, meðan veiðivirðið hjá Stapanum liggur beint niðan fyri 16 miljónir.
Hetta er soleiðis annað árið á rað, at skipini, sum Kristmund Johannesen er reiðari á, eru best og næst best í línuskipaflotanum.
Tølini siga okkum, at meðan Kambur í 2011 hevur økt um veiðivirði í mun til undanfarna ár við góðari hálvari miljón, hevur Stapin økt um sítt veiðivirði við út við 2 miljónum krónum.
Leggjast skal tó aftrat, at tá eitt skip sum Kambur longu hevði eitt veiðivirði á slakar 16 miljónir krónur í 2010, kann tað vera trupult - við væntaðari veiði og prísum - at veksa so nógv um talið eftir einum ári. Hinvegin hevði Stapin við einum veiðivirði á slakar 14 miljónir krónur í 2010 ivaleyst eitt betri grundarlag at gera árið í ár betri enn í fjør.
Tað er Mortan Mortensen á Eiði, sum førir Kamb – og Jákup E. Eidesgaard á Eiði, sum førir Stapan. Teir búgva báðir í somu gøtu í bygdini og yvir av hvørjum øðrum.
Men tað skal meiri enn ein góður reiðari og tveir góðir skiparar til at røkka so frægum úrslitum, tá línuflotin annars ikki hevur havt síni bestu ár. Bæði skipini hava dugnaligar manningar sum vita, hvussu tingini skulu gerast, og hvussu frægast fæst burturúr.
Frægari ár
Í Sosialinum herfyri segði formaðurin í Felagnum Línuskipum, Jóhannus M. Olsen, at línuflotin sum heild í ár hevur gjørt eitt heldur frægari ár enn í fjør, og hann metti, at skipini í miðal hava fiskað fyri einar tvær miljónir krónur meiri í ár enn í fjør.
- Veiðivirðið hjá einum miðal línuskipi í fjør lá um einar 8 miljónir krónur, men í ár liggur hetta tal helst um einar 10 miljónir. Hetta er langt frá nóg gott, men er kortini ein lítil bati. Eftir summarfrítíðina í ár fingu línubátar nakrar heldur frægari túrar, samstundis sum heldur meiri fekst fyri fiskin. Hetta var ikki tað heilt stóra lopið, hvørki í veiði ella prísi, men tað gjørdi mun. Eg vil siga, at hevði heystið ikki roynst so frægt, sum tað gjørdi, hevði árið í ár verið líka so vánaligt, sum árið í fjør var, legði Jóhannus M. Olsen aftrat.
Bæði formaðurin í Felagnum Línuskipum og reiðarin á Kambi og Stapanum siga, at tað serliga er veiðan á djúpum vatni eftir longu og brosmu, sum hevur gjørt árið í ár til eitt frægari ár enn í fjør.
Royndir menn
Bæði Mortan Mortensen og Jákup E. Eidesgaard eru royndir skiparar við føroyskum línuskipum.
Í fjør, tá Kambur eisini endaði á ovastu rók, hevði Sosialurin stutt prát við Mortan, ið hevur ført skipið í hálvt fimmta ár. Kambur er nevniliga fyrrverandi Jógvan Norði, sum var heimahoyrandi á Toftum. Nú er skipið heimahoyrandi á Strondum og Mortan, sum hevur ført línuskip, síðan hann var 27 ára gamal í 1988, er eisini ein av eigarunum.
Fyrsta skipið, sum Mortan førdi burtur av, var Thomas Nygaard. Hann fór at føra Thomas Nygaard í 1989 og stóð á brúnni har í eini fimm ár. Síðan fór hann umborð á línuskipið, Sigmund.
Jákup E. Eidesgaard hevur eisini drúgvar royndir sum línuskipari, og báðir eru teir nærlagdir menn – við góðum reiðara og góðari manning, heilt úr lastini um maskinrúmið og upp á dekkið.