Tekstur: Dánjal Højgaard
Myndir: Anna K. Højgaard
-----
Við kassa nummar 2 situr Sólrun og smílist.
Biiip-biiip, sigur kassaapparatið.
– Soleiðis ljóðar tað dagin langan, sigur hon blídliga, meðan hon tekur handilsvørurnar og koyrir strikukotuna móti maskinuni, sum játtar prísin við sínum eykenda signali.
Hon trýstir fótin á pedalina undir borðinum, sum setir flutningsbandið í gongd. Tá ið mjólk, cornflakes, wc-pappír og annað er komið ígjøgnum, tastar hon samlaða prísin inn.
Ein fyri og annar eftir verða kundarnir avgreiddir. Summi gjalda við korti. Onnur kontant. Stórar peningaupphæddir skifta hendur. Kassin fyllist.
– Kvittan? spyr hon brosandi.
Ein kampur
Sum kassadama í Bónus-handlinum á Óðinshædd í Havn handfer 32 ára gamla Sólrun Durhuus stórar peningaupphæddir hvønn einasta dag. Men í sínum egna privatlívi noyðist hon at venda hvørjum oyra.
Persónliga yvirskotið og gleðin við kassa 2 stendur í andsøgn við fíggjarliga undirskotið og peningaligu spekulatiónirnar, sum merkja hennara egna gerandisdag.
– Tað er ein kampur, alt tað heila. Eg royni sum frægast at fáa endarnar at røkka saman, sigur hon.
– Hóast tað ikki gongur altíð, so royni eg sum frægast, tekur hon afturí aftur.
Transportbandið rullar. Fólk fylla posarnar. Onkur viðmerking fellur um veður og vind.
Sólrun smílist.
2.000-3.000 til taks
Sólrun hevur verið krambakvinna hjá Bónusi tey seinastu fimm árini. Áðrenn arbeiddi hon sum krambakvinna í Mylnuni og Miklagarði.
Hon er tímalønt. Ársinntøkan liggur um 150.000 krónur. Harumframt koma barnapengar og barnaískoyti
Tá skattur, húsaleiga, lán og aðrar fastar útreiðslur eru drignar frá, hevur hon millum 2.000 og 3.000 krónur eftir til sín og børnini um mánaðin.
Til mat, klæðir og lívsins uppihald annars.
Onkuntíð meira. Onkuntíð minni.
– Tá eg fái fullan arbeiðsmánað stendur rímiliga væl til. Men høgtíðir sum jól, páskir, hvítusunna o.s.fr. kosta hjá einum tímaløntum, sigur hon, tá ið hon hevur verið og hugt í lønarseðlarnar fyri teir seinastu mánaðirnar.
– Tað sæst aftur á lønarseðlinum, at tað hava verið nógvir høgtíðsdagar í vár. Onkuntíð havi eg havt minni enn 2.000 krónur eftir, staðfestir hon stillisliga.
Sjúkradagar hjá henni sjálvari ella børnunum merkja eisini mista inntøku, tí sum tímalønt hevur hon ongan rætt at vera heima við løn vegna sjúku.
Serliga trupul gerst støðan, tá tær stóru rokningarnar fella til gjaldingar. Tá stendur ofta minus á kontuni, áðrenn mánaðin er blivin gamalur.
– Tá má eg so tosa við bankan um at fáa loyvt trot, so at eg klári at keypa inn. Tað er ikki óvanligt, men tey eru fitt. Tað plagar at ganga, smílist hon.
Nesquick í Berjabrekku
Í Berjabrekku nummar 171 eru tey nýliga á fótum.
Klokkan er farin av hálvgunn átta og Sólrun roynir at fáa børnunum ein morgunmatarbita.
Seks ára gamli Brian hevur funnið sær okkurt at spæla við, meðan Sólrun greiðir hárið á 12 ára gomlu Teresu, sum er tung um morgunin.
– Et nú Brian góði, lokkar mamman, sum hevur koyrt Nesquick og mjólk í tallerkarnar.
Tað eru bert tveir mánaðir síðani at tey fluttu í hesa íbúðina, sum kostar 5.000 krónur um mánaðin, tá streymur og orka ikki eru íroknað. Í durinum liggja gamlir filmar í pappseskjun og í stovutrappuni stendur eitt kuffert.
Húsaleigan er ein tyngjandi postur og tey seinastu árini hava tey búð á skiftandi adressum í høvuðsstaðarøkinum. Teir seinastu mánaðirnar í kjallaranum hjá vermammu Sólrun Yviri við Strond.
– Her er lýtt og eitt sindur kvalið inni, sigur Sólun, og peikar á stovuvindeyguni. Tey fingust ikki upp, tá tey fluttu inn. Nú fáa tey so opna annað.
– Tað er tað góða, tí so brenna vit minni, leggur hon afturat.
Á stovuvegginum hanga familjumyndir. Av familjuni í báðar ættir hjá børnunum.
Sólrun var 20, tá ið hon og fyrrverandi unnustin fingu Teresu. Seinni kom Brian, men forholdið helt ikki, og fyri nøkrum árum síðani fóru tey hvør til sítt. Í dag býr pápin at børnunum í Grønlandi, har hann hevur fingið egna familju.
Men Sólrun hevur gott samband við síni fyrrverandi verforeldur og teirra familjur. Saman við hennara egnu familju hava tey ein avgerandi lut í, at tað gongur kortini, tá tímalønin hjá Sólrun ikki røkkur til.
Og kontan vísir minus.
Vánaligt gjaldføri
Við eini arbeiðsløn, sum sveiggjar millum 11.000 og 17.000 kr. um mánaðin, er gerandisdagurin hjá Sólrun og børnunum eitt áhaldandi stríð fyri at hóra undan fíggjarliga.
– Eg keypi altíð upp á tilboð. Eg hyggi í tilboðsbløðini og síggi eg, at tað ber til at keypa tveir ella fýra pakkar av skrúvum fyri 25 krónur, so keypi altíð fleiri pakkar, so at eg havi nakað inni.
Størsta vandamálið er, tá ið stórar, men neyðugar útreiðslur koma. Vaskimaskinan steðgar upp. Ein tannlæknarokning skal gjaldast. Ella útleigarin krevur 4.000 kr. í depositum.
– Skal eg til tannlækna, so má eg gera eina avtalu um at gjalda í smáum. Eg havi ongan kjans at betala 2.000 kr. í einum, og tí royni eg at gjalda t.d. 500 kr. um mánaðin. Men eisini tað er nóg mikið til at koppa budsjettinum nakað.
Við so lítlari inntøku er neyðugt at taka brúkslán, tá ið stórar upphæddir fella til gjaldingar. Lán, sum skulu gjaldast aftur. Við rentu.
– Tá eg skuldi flyta inn her skuldi eg gjalda 9.000 krónur í einum. Eisini havi eg havt brúk fyri at keypa innbúgv viðhvørt, og tí sleppi eg ikki undan at taka brúkslán. Har gjaldi eg so fast túsund krónur um mánaðin.
Ein gomul rokning fyri egingjald á dagstovni tyngir eisini húsarhaldið.
– Tað var kleyvarskapur frá okkara síðu, men eisini forsømilsi frá teimum, tí tey høvdu gloymt at krevja inn. Eg havi foreldramyndugleikan einsamøll, so nú má eg gjalda einsamøll aftur í smáum. Tað eru einar 14.000 krónur, sigur hon.
– Tað verður seinur dagur, at eg fái niðurgoldið tað.
Sparsemi
Við kassa 2 er ein steðgur í bíðirøðini.
Ein gomul kona, sum hevur verið í handlinum, sigur seg hava gloymt ein pakka við Victorinox-knívum við kassan.
Sólrun tingast við leiðaran gjøgnum headsettið. Ongin veit frá knívunum at siga. Endin er tó at konan fær ein nýggjan pakka við knívum.
Flutningsbandið koyrir aftur. Biiip, sigur kassaapparatið.
– Tað ringasta við støðuni er, at eg ikki kann geva mínum børnum tað, sum tey ynska av mær og sum eg vildi ynskt, at eg kundi givið teimum. Tað er tað ringasta, sigur Sólrun, tá ið vit sita í kaffistovuni, har hon hevur stemplað út til stuttan døgverðasteðg.
Hon fortelur um eitt familjulív í sparsemi. Eitt lív, har tey mugu nokta sær sjálvum nógvar av teimum ágóðum, sum tíðin krevur. Sum nógv taka fyri givið.
– Tey spyrja um vit kunnu fara til ymiskt, sum at bowla ella í Burger King, ella spyrja um hesar fínu fartelefonirnar. Alt sovorðið, sum tey føla, at tey kunnu fáa, men sum eg ikki fái givið teimum.
Viðhvørt orkar hon ikki at siga nei.
– Onkuntíð geri eg av at fara kortini, hóast eingir pengar eru. Tí tey vilja so gjarna. Men tá risikeri eg at koma í trot.
Klæðir plagar hon at biðja skilfólk og vinir keypa, tá ið børnini hava føðingardag. Ella tá ið onkur fer av landinum. Men smartphones, framkomin telduspøl og dýrar merkjavørur finnast ikki í teirri lítlu íbúðini á Berjabrekku.
Føðingardagarnir kunnu bert haldast við góðari hjálp frá familjuni. Og føðingardagsgávurnar eru eingin sjálvfylgja.
– Føðingardagsgávurnar mugu ofta bíða og tað er ikki hvønn føðingardag, at tey hava fingið føðingardagsgávur. Tað er tað ikki, tekur hon afturí aftur.
– Seinast Teresa hevði føðingardag, keypti eg henni ein ullintan vest fyri einar 300 krónur. Tað var nokk meira enn eg hevði ráð til.
Skulu bæði børnini ganga til frítíðarítriv kann kostaður fara upp um túsund krónur fyri ein vetur, og tað er meira enn budsjettið hjá Sólrun rúmar.
– Tað havi eg ikki ráð til. So noyðist eg at spyrja ommurnar, um tær kunnu hjálpa, sigur Sólrun, sum dámar illa at vera so bundin av hjálp frá øðrum.
– Tað er einki serligt. Eg vil helst klára tingini sjálv. Sjálvandi vil eg tað.
Hundur í sama skinn
Fíggjarliga trongstøðan ger, at Sólrun brúkar ikki pengar upp á seg sjálva.
– Eg gangi sum hundur í sama skinn, flennir hon stillisliga.
– Eg keypi ongantíð nakað til mín sjálvs. Kanska eg unni mær onkuntíð eina sodavatn ella ein pakka av kipsi, men tað er syndarliga lítið. Vinkonurnar fara út og keypa skógvar og klæðir og jabba um dittin og dattin, men tað havi eg simpelthen ikki ráð til, sigur hon og munnar sær av Faxe Kondi-fløskuni, sum hon hevur fingið sær upp í hondina.
– Eg unni mær heldur ikki at ganga til frisør. Keypi heldur ein pakka av liting í Bónus fyri 100 krónur viðhvørt. Eg havi ikki ráð at brúka 600 krónur upp á mítt høvd. Tað ber ikki til.
Onkuntíð fer hon tó ein túr í býin, men tá ansar hon altíð væl eftir, at hon ikki brúkar ov nógv. Í mesta lagi 200 krónur.
Størsta luksusvøran í húskinum er ein lítil sjey ára gamal Suzuki Alto. Svágurin keypti bilin fyri 25.000 krónur og so keypti Sólrun bilin frá honum í smærri avdrøgum.
Sólrun øtast
Sólrun søkti fyri nøkrum árum síðani um almannahjálp, men fekk at vitja, at inntøkan var ov høg.
Hon hevur umhugsað at fáa sær eitt eyka arbeiði afturat krambastarvinum í Bónusi fyri at lætta um. Men tað merkir, at hon má útvega sær barnaansing, og tí ivast hon í, hvussu væl tað man loysa seg.
Sólrun er ófaklærd. Hon hevur tikið FHS á handilsskúlanum, men hevur ongan hug at læra ella at útbúgva seg.
Vil bara hava eitt arbeiði, sum hon er glað fyri. Sum hon kann klára seg og síni við.
– Eg haldi at tað er forferdiligt, at tað ikki ber til at liva í hesum landinum uttan at skræða seg sundur. At hetta ikki kann vera eitt land fyri øll, sigur hon.
Nú er røddin er álvarsom. Hon gevur ilt av sær.
– Alt er so dýrt, húsaleiga, matur, klæði og alt samalt. Politikararnir tykjast at vera mest áhugaðir í at fáa pengar í sín egna posa. Við míni løn fái eg ikki ágóðan av flatskatti, og tað loysir seg ikki at arbeiða meira hjá mær. Hetta er ikki ordiliga eitt land fyri øll, og tí eru tað eisini fleiri, sum stinga í sekkin og rýma, tí at tey fáa ikki endarnar at røkka saman.
Sjálv hevur hon umhugsað tað.
Men familjubondini eru sterkari enn fíggjarligu fyrimunirnir uttanlands.
– Eg kenni fleiri í somu støðu sum eg, sum eru flutt og hava fingið tað lættari. Men tað er sambandið við familjuna, sum heldur mær aftur. Eg havi ongantíð verið nógv uttanlands. Eg eri ógvuliga heimkær.
Fátækramarkið
Sólrun heldur, at tað hevði verið gott at fingið ásett eitt slíkt mark, sum kann vera við til at tryggja eitt sømiligt minstamark hjá fíggjarliga sperdum familjum.
– Eg gangi ikki runt og sigi at eg eri fátøk, men tað eri eg nokk, tá ið tað kemur til pengar. Eg eri einsamøll við tveimum børnum og klári meg ikki so væl, sum eg hevði kunnað hugsað mær. Sum tað hevði borið til, um vit vóru tveir uppihaldarar. So fíggjarliga eri eg fátæk, jú.
Tað er týðiligt, at orðini fella við ringum tannabiti.
– Tað eru fólk í Føroyum, sum tjena nógv og hava tað gott. Fátækramarkið kann so vísa, at tað eisini eru fólk, sum hava tað minni gott og sum ikki hava so nógv.
Optimisturin
Hóast fíggjarligu trupulleikarnir koma rað á rað eins og handilsvørunar, sum koma eftir flutningsbandinum, so sæst ein týðiligur stríðsvilji við kassa 2.
– Tað at vera glaður og positivur móti kundunum er alfa og omega, sigur hon, meðan fólk fylla sær posarnar og kassaapparatið skrásetir innkeyp fyri hundraðtals krónur.
– Gott nokk havi eg ikki so nógvar pengar og tað skal kempast. Men eg havi so nógv annað at fara upp til, tá ið eg vakni um morgnarnar. Eitt arbeiði, góðar starvsfelagar og glaðar kundar, har eg tosi ordiliga við tey og tey tosa ordiliga við meg. Tað dámar mær væl.
Flutningsbandið rullar. Biiip, biip, sigur kassaapparatið.
Og Sólrun smílist.
----
Fátækramark á veg
Fátækramarkið verður vanliga definerað sum minsta, tøka upphædd, ið eitt húsarhald skal hava at liva fyri. Í Danmark er fátækramarkið fyri eina familju ásett til 102.000 krónur, eftir skatt.
Í Føroyum hava vit framvegis einki fátækramark. Í fjørheyst varð ein arbeiðsbólkur settur at áseta eitt fátækramark. Bólkurin skuldi koma við sínum tilmælum 1. apríl, men arbeiðið dregur út.
Gordiski knúturin í arbeiðnum er at finna útav, hvussu fátækramarkið skal ásetast. Hvat er eitt virðiligt lív fyri eina familju? Hvørjar útreiðslur eru neyðugar. Hvat kann man liva fyriuttan? Hoyrir tað við til eitt virðiligt lív, at eitt húski til dømis hevur ráð til internet ella frítíðarítriv til børnini?
Í Danmark vísa nýggj tøl frá Arbejdsbevægelsens Erhvervsråd, at 12.000 donsk børn liva undir fátækramarkinum. Sambært felagsskapinum ”Í menniskjum góður tokki” hava 200 føroyskar familjur minni enn 2000 krónur eftir at liva fyri um mánaðin. Tað er tá alt tað fasta var goldið.
Endamálið við at áseta eitt fátækramark er sjálvandi at binda myndugleikarnar til at tryggja, at eingin borgari fer niður um markið. Fátækramarkið verður harvið eitt stýringsamboð fyri sosialpolitikkin.
-------
Hetta fær Sólrun
Umframt lønarinntøkuna fær Sólrun hesar veitingar og stuðul:
Barnapengar: Umleið 1000 krónur fyri hvørt barnið um mánaðin
Barnaískoyti: 1632 krónur fyri hvørt barnið um árfjóðringin
Frípláss: Ókeypis ansingarpláss til sonin á dagstovni vegna lága lønarinntøku