Kanada vann gull í íshokki

Kanada vann 3-2 á USA aftaná tað, sum í íshokki verður nevnt ”Sudden Death”, longda leiktíð. Jonathan Toews legði Kanada á odda í fyrstu periodu. Í næstu periodu økti Corey Perry til 2-0, og tá sá tað gott út hjá Kanada. Men USA vildi ikki gevast á hondum, og áðrenn onnur perioda var liðin minkaði Ryan Kesler til 2-1. Tað sá út til at gerast málleyst í triðju periodu. Seinastu løtuna satsaði USA alt, tók málverjin út og leyp á við seks útispælarum. Tað loysti seg væl, tí tá 24 sekund vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Zach Parise til 2-2. Pápi Zach Parise umboðaði annars Kanada á vetrarleikunum í Sapporo í 1972. Í longdu leiktíðini sat Kanada á tí mesta, og tá sjey minuttir vóru farnir gjørdist Sidney Crosby kanadisk tjóðarhetja, tá hann skoraði sigursmálið.