- Kann eg fáa troyggjuna aftur?

Leikararnir hjá Arsenal vóru nakað skjótir á sjóvarfallinum, tá teir tveittu troyggjuna út til áskoðararnar eftir ótrúliga dystin móti Reading í gjár – trupulleikin var bara, at dysturin var ikki liðugur.

Tað er ikki lætt at verða fótbóltsspælari í Onglandi. Umframt at skula halda skil á milliónunum, bilum og nýggjasta mótanum, so skulu teir eisini halda skil á hvat støðan er og hvussu reglugerðin er.

Tað bleiv for nógv fyri fleiri av Arsenal leikarunum í Liga Cup dystinum móti Reading í gjár. Reading kom púra óvæntað á odda 4-0 í fyrra hálvleiki, men Arsenal megnaði at javna langt inni í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.

Fleiri av Arsenal leikarunum hildu, at teir høvdu vunnið uppgerðina við reglugerðini um fleiri skotin mál á útivølli. Teir fóru tí fegnir yvir til sínar áskoðarar og tveitti teimum troyggjuna. Í sær sjálvum ein góður tanki, men trupulleiki var bara, at dysturin var ikki liðugur.

Tað skuldi umdystur til fyri at finna ein vinnara . Tí máttu Arsenal leikararnir so fittir yvir at biðja um troyggjuna aftur frá áskoðarunum.

Tað endaði við, at Arsenal vann dystin 7-5 eftir longdaleiktíð, men fyribils sigur søgan einki um hvar troyggjurnar endaðu aftaná dystin.

Heimasíðan hjá Sky Sports hevur lagt eitt brot út frá hendingini, sum kann síggjast við at trýsta HER