Kann fáa heil­an at minna um viðføtt ADHD

Tað kann fáa heil­an at bera seg at á ein hátt sum minn­ir um viðføtt ADHD

Grein úe Sosialinum 5. desember 2025:

 

At tey í Vágs skúla hava tik­ið ítøkilig stig ber boð um, at mett verður, at tal­an er um álv­ars­ligan trup­ul­leika

 

– Vit hava spurt skúla­stjór­an, hvørji árinini av nógv­ari skíggja­nýtslu eru, og hvussu hesi síggjast aft­ur mill­um yngru næmingarnar í skúla­­num?

 

– Tað er ringt at meta um hjá okk­um í skúlanum. Tað eru ikki gjørdar nakrar kann­ing­ar í Før­oy­um um árinini av nógvari skíggj­a­nýtslu. Um vit taka kann­ing­a­­r­nar hjá Imrad Rashid, sum í farnu viku hevur hild­ið fyri­lestrar um hetta kring landið, so siga tær, at ”Ov nógv tíð framman fyri skíggj­a­num kann fáa heil­an at bera seg at hátt, sum minn­ir um viðføtt ADHD. Hetta ger at tað verður tor­­ført at hugsavna seg, at lesa ein bók, at lurta eftir lær­ar­a­num í ein heilan tíma, ella bara tað at hyggja at ein­um heilum filmi,”, vísir skúla­stjór­in í Vágs skúla á.

 

– Eg haldi, at vit síggja børn í dag, sum hava trup­ult við at hugsavna seg í ein skúla­tíma. Tað er eisini okk­ara greiða fatan, at vit brúka meira orku uppá at ”uppala” og  ”sos­i­ali­sera” børnini, sum byrja í skúl­a­num, enn vit gjørdu fyrr.

 

– Kanningar úr Danmark vísa eis­ini, at trivnaðurin er fall­andi í fólkaskúlanum. Hetta haldi eg hongur sam­an við, at børnini ikki eru skúla­klár. At tey ikki klára at hug­savna seg í ein skúla­tíma, og at tey hava ringt við at vera sosial. Sjálvt um tað kall­ast sosialir miðlar, so er einki menn­iskj­aligt samband á hesum miðl­um. Man lærir ikki at vera sam­an, uttan veruliga at vera sam­an, sigur John Henrik Holm.

 

Hevur hetta við telefon og skíggj­um vundið uppá seg?

 

– Ja, tað haldi eg. Vit síggja børn niður í barna­garðs­ald­ur hava snildtelefon. Vit síggja eisini børn - og vaks­in, ganga á vegnum og hyggja niður í ein skíggja. Hetta hóast tvey fylgjast, so hyggja tey í hvør sín skíggja. Hett­a er ikki at vera saman, tí hó­ast vit fylgjast, eru vit í hvør sínari verð.

 

– Vit eru øll, eisini eg, hál­að inn í hesa verð, sum stjel­ur okkara tíð.

 

Hvussu kom tað í lag, at skúli og foreldur komu á­samt um, at næmingar í inn­skúl­ing ikki hava tele­fon, og at skíggjatíð skal av­­mark­ast?

 

– Vit hava í november mán­að havt fleiri for­eldra­fund­ir, har vit hava havt hetta á skrá. Fyrst, so løgdu vit fram úrslit av kann­ing­ini hjá Lóður, og kjakaðust um, hvat vit kundu gera. Hes­ir vóru foreldrafundir, har for­eld­ur at børnum upp til 6.  flokk vóru boðin til fund­ar. Síðani hava vit havt fund­ir við 1, 2 og 3. floks for­eld­ur hvør sær. Á teim­um fund­u­num samd­ust vit um, at tað var ein for­eldra­upp­gáva, ella ein upp­gáva hjá okkum vaksnu, at hjálpa børnum okk­ara burtur úr hesum bund­in­skapi, sum jú hevur rakt okk­um øll. Vit skrivaðu eitt av­tal­u­skjal, har vit í felag tóku stig til at taka snild­tele­fon­ina frá børnum okk­ara. Eg haldi, at tað, at vit tóku avgerðina í felag, lætt­­ir um hjá foreldrum at halda avtaluna.

 

Vit eru øll at kalla í sama báti. Vit hava eisini avtalað at taka hesa avtalu upp eina­ferð um árið, so vit, sum vaksin, sum foreldur, hava ein felags meting um, nær børn okkara eiga at fáa eina snild­telefon, sigur John Hen­rik Holm.

 

Er ætlanin at gera meira við hesi tiltøk, kanska við eldri næmingum eisini?

 

– Vit hava havt ein felags for­eldra­fund við foreldur hjá næm­ing­um í 4. – 6. flokki, har ein partur snúði seg um snildtelefonir. Men í løt­uni er ikki nakað avtalað um fleiri fundir við foreldur í mið­deild okkara, sigur skúla­s­tjór­in í Vágs skúla.