Mette Frederiksen forsætisráðfrú hevur í kvøld hildið sjeyndu og seinastu nýggjarsrøðuna fyri valið. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Mette Frederiksen boðar frá strangari útvísingarnýskipan

Fleiri kriminellir útlendingar verða útvístir uttan mun til tilknýti til Danmarkar, sigur Mette Frederiksen.

Mette Frederiksen forsætisráðfrú hevur í kvøld hildið sjeyndu og seinastu nýggjarsrøðuna fyri valið. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, fer at leggja til rættis eina nýskipan, sum skal gera tað møguligt at útvísa fleiri kriminellar útlendingar.

Tað sigur hon í nýggjársrøðuni.

– Stjórnin fer eisini at leggja fram eina umfatandi útvísingarnýskipan í næstum. Tað fer at hava við sær, at enn fleiri kriminellir útlendingar verða sendir úr Danmark.

Ítøkiliga leggur stjórnin tí upp til, at útlendingar verða útvístir, um teir fremja álvarsligt brotsverk og verða dømdir í minsta lagi eitt ára fongsulsrevsing - uttan mun til tilknýti til Danmarkar.

– Hetta ger tað til eitt sera greitt útgangsstøði, at um tú til dømis verður dømdur fyri neyðtøku, harðligan ágang ella annað álvarsligt brotsverk, so er uppihaldið í Danmark liðugt, sigur Mette Frederiksen.

Samstundis leggur hon dent á, at fólk, sum eru komin til Danmarkar og bera seg væl at, ikki skulu kenna seg rakt.

– Tú kanst vera dani, sjálvt um tín yndismatur ikki er frikadellur. Ella makrelur fyri tað, sigur Mette Frederiksen.

– Vit danir síggja ikki eins út. Tað skulu vit heldur ikki. Men vit skulu dáma hvønn annan.

Forsætisráðfrúan leggur síðani dent á, at útlendingar, sum fremja harðskap, hava einki pláss í Danmark.

– Tit skulu ikki vera her, sigur hon.

– Vit vilja ikki hava tykkara vandvitskoyring og dominansmentan.

 

/Ritzau/

 

 

Mette Frederiksen forsætisráðfrú hevur í kvøld hildið sjeyndu og seinastu nýggjarsrøðuna fyri valið. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix