Hetta kann fáa avleiðingar fyri arbeiðið at gera Føroyar til ein miðdepil fyri sjóvinnu í Norðuratlantshavi. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, ní landsstýrið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina um toll.
Eitt endamál við tí er at forða fyri, at rúsevni verða smuglað til Føroya og í hesum sambandi stendur tað í uppskotinum, at tollvaldið skal fáa heimild til at krevja, at skip, sum sigla í føroyskum sjóøki, skulu koma til lands til tolleftirlit.
Arbeiðsgevarafelagið sigur, at hetta kann føra við munandi útreiðslur við sær fyri eitt reiðarí, hvørs skip verður kravt at koma inn til bryggju. Tey siga eisini, at hetta verður ein eykaútreiðsla, sum kann fáa ta avleiðing, at útlendsk skip fara at lata vera við at koma til Føroyar, og tað kann verða óheppið fyri kappingarførið hjá Føroyum sum ein tænastudepil fyri sjóvinnu.
Arbeiðsgevarafelagið sigur, at eitt uppskot kundi verið, at Taks rindar kostnaðin, sum stendst av at krevja skipið inn at bryggju.
Eisini Faroe Agency, sum umboðar nógv útlendsk skip, hevur boðað Løgtinginum frá, at tey vilja fegin fáa at vita, púra greitt, hvør skal gjalda tá tollvaldið krevur, at eitt skip skal leggja at føroyskari bryggju til kanningar.
– Eitt skip sum kemur til bryggju í føroyskari havn skal vanliga gjalda havnagjald og brúgvagjald, tað skal gjalda fyri loðs, fyri loðsbát, fyri sleipara, fyri fólk at binda og loysa og ikki minst – fyri tollavgreiðslu.
Um so er, at ætlanin er at leggja hesar útreiðslur á skipini, tá tollvaldið krevur at fáa skip inn, spyr Faroe Agency eisini um myndugleikarnir so eisini vilja kunna útlendsku skipini um fíggjarliga vandan við at koma í føroyskt tolløki.