Kann gerast drápsskuldsettur í óavmarkaða tíð

- Sjálvandi er tað tyngjandi at vera skuldsettur, men vit eru vís í, at løgreglan fer at koma eftir, at Tom Hagen einki hevur við burturflytingina at gera, sigur verjin, Svein Holden.

 

 

Løgreglufólkini, sum halda, at norski miljarderurin hevur beint fyri hjúnafelaga sínum, Anne-Elisabeth Hagen, hava sambært tíðindastovuni NTB í dag ongar ætlanir um at taka skuldsetingina móti 70 ára gamla manninum aftur.

- Skuldsetingin móti Tom Hagen stendur við, og skuldsetingin fevnir um dráp ella viðvirkan til dráp umframt brot á vápnalógina. Aftrat hesum hava vit ongar viðmerkingar til illgrunan, sum vit hava móti manninum.

Tað sigur løgregluleiðarin í hesum máli, Gjermund Hanssen.

Hin 28. apríl verður tað eitt ár síðan, at Tom Hagen varð handtikin av servandum løgreglufólki á opnari gøtu í Lørenskog og skuldsettur fyri dráp av hjúnafelaga sínum. Handtøkan fór fram hálvt annað ár eftir, at 68 ára gamla, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr heimi sínum við Sloraveien í Lørenskog.

Fram til handtøkudagin varð málið um ríkmanskonuna, sum sporleyst hvarv, kannað sum eitt mál um burturflyting, ið ókendir brotsmenn stóðu aftanfyri, samstundis sum ránararnir kravdu miljarderin eftir níggju miljónum evrum fyri at lata konuna leysa aftur. 

Men, løgreglan vann ikki á mál í sínum kanningararbeiði, og tey mæltu eisini Tom Hagen frá at flyta pengarnar, soleiðis sum ránararnir bóðu um - í kryptovaluta'ini, monero. Alt hetta endaði við, at løgreglan at enda handtók miljarderin og skuldsettu hann í málinum.

Hvussu leingi løgreglan kann hava eina skuldseting um dráp - ella viðvirkan til dráp - hangandi yvir manninum, vilja tey sambært NTB ikki svara uppá. Tey vísa til, hvat revsilógin sigur um slíkt.

- Avgerðin um ákæru verður tikin, tá mett verður, at málið er væl upplýst og liðugt kannað. Hetta er ein leypandi meting, sum verður gjørd undir kanningararbeiðnum, sigur løgregluleiðarin í hesum máli, Gjermund Hanssen.

Í Noregi er eingin fyrningarfreist í drápsmálum, og tískil kann Tom Hagen vera skuldsettur alt lívið, um løgreglan ikki verður liðug við sítt kanningararbeiði. Men, sambært mannarættindasáttmálanum skal Tom Hagen síggjast sum ósekur, til tað øvuta er prógvað.

Hinvegin er eingin ivi um, at miljarderurin langt síðan er dømdur av fólkinum. Eftir at maðurin varð skuldsettur fyri skjótt einum ári síðan, heldur løgreglan framvegis, at grundarlag er fyri illgrunanum um, at Tom Hagen eigur sín lut í, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

Í fjør summar segði tingrætturin í Noregi seg vera samdan við løgregluni um illgrunan móti Tom Hagen. Tískil fekk løgreglan eisini loyvi til at leggja hald á húsini í nakrar mánaðir, meðan tey enn einaferð vórðu kannað. Tom Hagen setti seg ikki upp ímóti hesi avgerð.

Hinvegin var tað eisini rætturin, sum at enda segði, at nú kann vera nóg mikið, og nú má maðurin sleppa heim aftur til sín sjálvs. Løgreglan hevði annars ætlað sær húsini nakrar mánaðir aftrat, hóast húsini fleiri ferðir eru kannaði, síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

NTB skrivar, at kanningararbeiði verður hildið rættiliga loyniligt.

Í fjør heyst gjørdist tað alment kent, at løgreglan hevur í minsta lagi 20.000 skjøl, ið eru stemplað sum loynilig. Hetta gjørdist greitt, eftir at tey trý børnini hjá Tom og Anne-Elisabeth Hagen um dómstólin kravdu at fáa innlit í kanningararbeiðið móti pápanum.

- Hetta er eitt ógvuliga álvarsligt revsimál, sum løgreglan heilt greitt hevur skyldu til at kanna, bæði við atliti til kvinnuna, sum er horvin, tey avvarðandi og vegna samfelagið sum heild, sigur løgregluleiðarin, sum vísir á, at tey fara at kanna málið so leingi, sum viðkomandi kanningar framvegis kunnu gerast.

Løgreglan ynskir tískil ikki at seta nakra tíðarætlan á hetta arbeiðið.

Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, sum hevur sett mong spurnartekin við kanningararbeiðið hjá løgegluni, sigur, at hann er rættiliga vísur í, at løgreglan at enda fer at loysa Tom Hagen úr hesum máli.

- Tom Hagen heldur tað vera gott, at løgreglan framvegis brúkar orku upp á kanningararbeiðið. Sjálvandi er tað tyngjandi fyri mannin at vera skuldsettur, men vit eru vís í, at løgreglan fer at koma eftir, at Tom Hagen einki hevur við burturflytingina av konu síni at gera, sigur Svein Holden við tíðindastovuna, NTB.

##med2##