Dagfinn Olsen
Myndir: Jens Kr. Vang
Norðurlandahúsið er í hesum døgum karmur um sorgtunga framsýning. Í eftirgerð síggjast stálstavirnir í portinum, ið boða, at arbeiði er frælsi. Píkatráður og ræðuligar myndir og søgur. Alt í andsøgn við grasið og tiðnandi kavan uttan fyri rútarnar í Norðurlandahúsinum.
Framsýningin, Millum Mótstøðu og Martyrium, er áhugaverd. Tó ræðulig. Soleiðis at skilja, at her hittir ein ræðuleikarnar frá seinna heimsbardaga. Ein sær lívsøgurnar, lagnurnar.
Tað eru Jehova Vitni, ið skipa fyri, og sýningin tekur støði í teimum 6000, ið endaðu í týningarlegum. Um 2000 av hesum doyðu. Av viðferðini, av skotum ella tey vórðu hálshøgd.
Um 1% tók við, tá tað stóð teimum í boði at skriva undir eitt skjal, har tey avnoktaðu sína trúgv og soleiðis sluppu við lívinum.
Lagnurnar
Nógvar eru lagnurnar. Til ber millum annað at kunna seg um Horst Schmidt, sum í dag býr saman við Hermine Koschmieder í Mülheim í Týsklandi.
Hann er føddur í 1920. Í juni 1943 varð hann tikin. Dømdur, tí hann avnoktaði hertænastu. Hann verður 30. november dømdur til deyða við ein fólkadómstól.
20. apríl 1945: 3 ungir menn sita í einum kliva í Brandenburg-Görden fangahúsinum. Bíða eftir, at dómurin verður veruleiki. Hurðin verður latin upp og tveir teirra tiknir úr deyðsklivanum. Horst Schmidt verður latin eftir og orkar ikki meira, fellur í fátt. Viku seinni verður hann frælsur maður, tá sovjetiskir hermenn náa fram.
Enn er hann merktur
av hesum sálarliga
Fosturmamma hansara, Emmy Zeden, varð tikin av døgum. Ein gøta eitur í dag eftir henni. Fosturpápin doyði í Auschwitz, og unnusta hansara, Hermina, varð sett í týningarlegu.
Næstan ov mikið hjá einum persóni at orka at bera.
Brævið
Tá Schmidt fyri góðum ári síðani vitjaði sýningina, sá hann har skilnaðarbræv frá fosturmammuni tíl sín. Horst Schmidt visti ikki um brævið, og mundi hetta nærum verið meira, enn hann orkaði.
Hon tók ímóti
Við í Føroyum er eisini Elsa Hansen. Hon var 5. maj í 1945 við til at taka ímóti í havnini í Klintholm, tá eini 15 Jehova Vitni limir komu har. Hesi høvdu vegna trúgv sína sitið í týningarleguni Stutthof.
Elsa Hansen var tá 19 ára gomul og í læru sum hárfríðkanarkvinna í Stege.
Postmeistarin ringdi, tí hann vildi hava ein lokalan lim í Jehova at taka ímóti. Men m.a. var tyfus umborð hjá teimum, so Elsa slapp ikki í fyrstu syftu umborð, men hon segði seg einki leggja í, tí hon vildi hjálpa. Og soleiðis hjálpti hon og fleiri hesum fólkunum, sum vóru úr. t.d. Póllandi og Russlandi.
Enn í dag hevur Elsa Hansen samband við eina av hesum, Nadja, sum eftir seinna heimsbardaga, tá Stalin ráddi í Russlandi, varð send til Sibirien í fangalegu.
Elsa Hansen sigur, at tað enn í dag, 50 ár eftir, kann tyngja hjartað at hugsa um, tá hesi fólk komu til Klintholm, so illa vóru tey fyri.
Skúlar
Nógv eru orðini, ið sigast kunnu, men vitjar ein Norðurlandahúsið, so fer ein ikki avstað aftur, uttan at hava ymiskt at hugsa um. Taðå er, sum skal ein uppliva sýningina.
Ætlanin við sýningini er m. a. at vísa yngri ættarliðum á ræðuleikarnar, so hetta ikki hendir aftur. Hugsað verður eitt nú um skúlaflokkar, ið eisini hava fingið innbjóðing at vitja sýningina.
Og tá ein er komin runt á sýningini, so endar ein við ein spegil, har ein aftanfyri seg sær hermenn. Og meðan ein so hyggur í eyguni á sær sjálvum, kann ein grunda um orðini undir spegilinum. Kann hetta henda aftur?