Allar marknastøðir á markinum millum Portugal og Spania hava myndir av Madeleine McCann hangandi á veggjunum, og tað sama er í floghavnum og aðrastaðni, har nógv fólk koma saman. Portugisisku myndugleikarnir eru kortini ikki vísir í, at gentan er framvegis í Portugal, og tí hevur Interpol fingið boð um at leita eftir gentuni.
Keldur í løgregluni siga við blaðið O Público í dag, at løgreglan ber ótta fyri, at eitt altjóða brotsmannalið hevur burturflutt Madeleine, og at ætlanin helst er at lata onkran ættleiða hana fyri nógvar pengar.
Madeleine McCann varð rænd úr songini á einum gistingarhúsi í Praia da Luz tætt við ta væl umtóktu Algarve-strondina seinasta hóskvøld, meðan foreldur hennara sótu á einari matstovu í grannalagnum. O Público skrivar, at løgreglan hevur teknað eina mynd av einum manni, sum í síðstu viku royndi at lokka nøkur smábørn í býnum Sagres nærhendis Algarve at koma við sær. Men løgreglan torir ikki at almannakunngera tekningina, tí tað kann koma Madeleine McCann í lívsvanda, skrivar blaðið.
Burturflytingin hevur sum vera man vakt stóran ans í Bretlandi. Í gjárkvøldið var fótbóltsspælarin Christiano Ronaldo í Sky News og bað øll hjálpa portugisisku myndugleikunum at finna Madeleine. Ronaldo er portugisi, men spælir við enska meistarafelagnum Manchester United.