Autisma
Í hesum døgum ferðast tveir ídnir sálarfrøðingar kring landið fyri at kunna um granskingarætlanina, ið teir eru farnir undir. Ása Ellefsen og Marita Sámalsdóttir Petersen fara út á allar fólkaskúlarnar í landinum, har tær tosa við lærararnar.
Tað var meðan Ása Ellefsen og Marita Petersen arbeiddu á Sernámsdeplinum, at tær fingu samband við svian Christopher Gilberg, sum hevur granskað nógv innan autismu í Svøríki. Hann er professari í Gøteborg og í Odense. Hann verður við í granskingini av føroyskum autistum, og tær eru glaðar fyri at hava hann við, tí hann er ein serfrøðingur á økinum. Tær báðar hava verið í Gøteborg fyri at tosa nærri um ætlanina við Gilberg.
? Tað er nú eitt heilt fitt tal av føroyingum, ið hevur fingið diagnosuna autisma í Føroyum. Tí hevði tað verið spennandi at fingið at vita, hvussu nógv tey eru í mun til aðrastaðni, og hvussu viðurskiftini hjá teimum eru á ymiskum økjum, sigur Ása Ellefsen.
Skulu fanga autistarnar
Tær leggja seg eftir at kanna aldursbólkin 7-16 ár. Orsøkin til, at tær júst hava valt henda aldursbólkin er, at vit í Føroyum hava eina so góða skipan, at tað ber til at fáa fatur á øllum børnum í hesum aldursbólkinum. Tað ber tískil til at fáa stóran kunnleika um tey børnini, ið hava autismu. Tí eru góðir møguleikar at lýsa trupulleikan í Føroyum.
Endamálið hjá teimum er at fáa eina heildarmynd av trupulleikanum í Føroyum. Eingin er fyrr farin undir slíka kanning av autistum í Føroyum, og tí er tað alneyðugt at veita foreldrum ta neyðugu kunningina um sjúkuna.
Fyri at fáa vita, hvussu nógvir autistar eru í Føroyum seta Ása og Marita seg í samband við tey fólkini, ið fáast við hesi børnini dagliga. Tað eru serliga serlærarar og heilsusystrar, sum tey hava sett seg í samband við at byrja við.
Eftir hesar forkanningarnar er ætlanin at staðfesta, hvussu nógvir autistar eru í Føroyum.
Størri trupulleiki enn hildið
Tað verður mett, at fýra av túsund fólkum eru autistar. Tí halda tær, at eini 30 til 40 fólk í Føroyum hav autismu. Ætlanin er at staðfesta, hvussu stórt hetta talið er. Fyrr var hildið, at tað bara var 1 av 10.000, sum hevði autismu, men nú er greitt, at hetta talið er størri.
Tí hava sálarfrøðingarnir sett seg í samband við skúlarnar. Ætlanin er at fara út á skúlarnar at kunna allar lærararnar um granskingarætlanina, autismu og eyðkenni fyri autismu. So kann lærarin boða teimum frá, at hann kanska hevur eitt autistiskt barn í flokkinum.
Siðseminevndin er eisini við í leikinum. Enn eru nøvn ikki komin við í granskingina, men so skjótt tær fara at arbeiða við ávísum persónum, so skal Siðseminevndin geva loyvi. Foreldrini hava seinasta orðið, tá talan er um teirra barn, og tí kunnu tey nokta fyri at vera við.
? Tá vit eru lidnar við hesar forkanningarnar, seta vit okkum í samband við foreldrini, sum skulu geva loyvi fyri granskingini, sigur Marita.
Tá er ætlanin at gera samrøður við foreldrini fyri at fáa eina greiðari mynd av autismu í Føroyum.
Tær vænta ikki, at tær verða lidnar við hesar forkanningarnar fyrr enn fyrst næsta ár. Nústani tá ber til at fara undir meira nágreiniliga gransking, sum kanska fer at vera í eini tvey ella trý ár.
Ása og Marita eru privatpraktiserandi sálarfrøðingar, og fáa tí ikki beinleiðis fígging frá tí almenna. Fíggingin til granskingarætlanina fæst við at søkja ymsar grunnar um stuðul, og tær fyrstu krónurnar eru longu komnar inn. Tær leggja tó dent á, at tær ikki fáa nakra løn fyri arbeiðið enn.
Tørvur á vitan
Tørvur er á vitan á hesum økinum í Føroyum, tí tað krevur serligan pedagogikk at fáast við slík børn.
? Tað er áhugavert at fáa staðfest, um munur er á gentum og dreingjum, um trupulleikin er vaksandi, samanbering við onnur lond og hvussu aldurbýtið er, sigur Marita Petersen.
Hetta er eitt brek, sum foreldrini ikki hava ábyrgdina av. Autisma er eitt genetiskt brek, men ætlanin er tó ikki at fara undir nakrar genkanningar.
Tað eru nógv sløg av autismu. Tað eru infantilir autistar, sum ikki fæst samband við, og so eru aðrir, ið eru hampuliga vælvirkandi, men hava torført við at fáa samband við javnaldrar og hava atferðartrupulleikar.
Sálarfrøðingarnir báðir meta, at kanningar og staðfest hagtøl eru ofta við til at betra umstøðurnar hjá menningartarnaðum, og tað er endamálið við granskingini.