Kanna dráp í Kópavogi – maður handtikin

Íslendska løgreglan kannar eitt dráp, sum fór fram á Kársnesi í Kópavogi í dag. Í minsta lagi ein maður er handtikin og undir illgruna fyri drápið.

Løgreglan fekk um klokkan 15 lokala tíð fráboðan um ein álvarsligan harðskapstilburð í Kópavogi.

 

Nógv løgreglu- og bjargingarfólk vórðu send á staðið. Tveir sjúkrabilar komu á staðið, og ein persónur varð fluttur á skaðastovuna.

 

Í eini fráboðan upplýsti løgreglan fyrst, at ein maður var handtikin í sambandi við álvarsliga harðskapstilburðin, og at kanningararbeiðið var á einum heilt byrjandi stigi.

 

Sambært upplýsingum hjá íslendska kringvarpinum RÚV verður málið nú kannað sum dráp.

 

Samstundis var stór løgreglutilbúgving við eina handilsmiðstøð í Skeiðarvogi í Reykjavík. Sambært íslendska miðlinum Vísi vóru í minsta lagi seks løgreglubilar og eitt fólk úr serdeildini á staðnum.

 

Talsfólkið hjá løgregluni vildi ikki gera viðmerkingar til málið ella upplýsa, um løgregluátakið í Skeiðarvogi hevði samband við drápið á Kársnesi.

 

Enn eru eingir nærri upplýsingar um tann dripna, handtikna persónin ella hvat kann hava elvt til tilburðin.

 

Kelda: RÚV