Trump: Samráðingarnar við Iran eru á lágum støði

USA og Iran samráðast bert í avmarkaðan mun. Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, eftir at Iran hevur sett nýggj krøv fyri at lata Hormuzsundið upp aftur fyri skipaferðslu.

Donald Trump, forseti í USA, fór sunnudagin úr einum golfklubba í New Jersey. Hann sigur, at samráðingarnar við Iran eru á einum lágum støði, men væntar, at stríðið um Hormuzsundið fer at loysa seg. Mynd: Jordan Bank/Ritzau Scanpix

– Vit halda tað á einum lágum støði, sigur Donald Trump í samrøðu við amerikanska miðilin Axios.

 

Útsøgnin kemur eftir, at iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, í dag avsannaði, at USA og Iran eru í veruligum samráðingum.

 

Sambært honum skifta londini bert boð umvegis semingsfólk.

 

Donald Trump lýsir støðuna sum eitt talv og sigur seg kortini vænta, at málið fer at loysa seg.

 

Iran hevur sett fleiri krøv

 

Í gjár legði Iran fram ein nýggjan lista við treytum, sum skulu lúkast, áðrenn landið letur Hormuzsundið upp aftur fyri skipaferðslu.

 

Millum krøvini eru, at USA skal:

 

  • avtaka flotastongsilin og revsitiltøkini móti Iran

  • taka hermegi sína úr økinum kring Iran

  • rinda Iran krígsskaðaendurgjald

  • lata frystar iranskar ognir leysar

  • steðga álopum á sameindu hjá Iran í økinum

 

Iranska kollveltingarhirðin sigur, at ætlanin er at halda Hormuzsundi+ stongt, til mótparturin hevur góðtikið allar treytirnar.

 

Hormuzsundið er ein av týdningarmestu handilsleiðunum í heiminum. Áður fór umleið ein fimtingur av allari olju og gassi í heiminum gjøgnum smala sundið millum Iran og Oman.

 

Samráðast við Oman um nýggja leið

 

Samstundis sum Iran setur USA krøv, nærkast landið eini avtalu við Oman um sigling og rakstur í Hormuzsundinum.

 

Sambært iranska uttanríkisráðharranum snýr avtalan seg um eina nýggja farleið gjøgnum sundið. Ein fullkomin upplating av Hormuzsundinum er tó treytað av øðrum politiskum viðurskiftum.

 

USA og Iran gjørdu miðskeiðis í juni eitt semingsskjal, sum skuldi binda londini til samráðingar um eina endaliga friðaravtalu og til at lata upp fyri ferðsluni í Hormuzsundinum.

 

Henda semjan er síðani fallin saman, og álopini á skip í sundinum halda fram.

 

Sameindu Emirríkini løgdu leygardagin Iran undir at hava framt enn eitt álop á eitt oljuskip.

 

/ritzau/

 

Donald Trump, forseti í USA, fór sunnudagin úr einum golfklubba í New Jersey. Hann sigur, at samráðingarnar við Iran eru á einum lágum støði, men væntar, at stríðið um Hormuzsundið fer at loysa seg. Mynd: Jordan Bank/Ritzau Scanpix