FSF kunngjørdi fyrr í dag, at Pætur Clementsen er settur sum tekniskur stjóri hjá føroyska fótbóltssambandinum.
Pætur Clementsen hevur búð niðri í fimm ár, men er als ikki ókendur í føroyskum fótbólti. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari í fleiri føroyskum feløgum og hevur verið venjari hjá føroyska U17-landsliðnum við dreingjum, hjálparvenjari hjá U15 og U19 og ungdómsvenjari hjá KÍ, HB og B36. Seinastu árini hevur hann lisið niðri og hevur í tí sambandi verið virkin í millum annað Lyngby.
Pætur Clementsen ásannar, at hansara fyrsta uppgáva verður at fáa eitt yvirlit yvir støðuna, sum føroyskur fótbóltur er í.
- Eg veit ikki akkurát, hvar føroyskur fótbóltur er nú, so áðrenn eg fari at leggja konkretar ætlanir um hvønn veg vit fara, ætli eg at fáa mær betri innlit í føroyskan fótbólt.
Pætur Clementsen tosaði við Mortan Østerø á Rás 2 í dag og til ber at lurta eftir samrøðuni, við at trýsta á pílin undir myndini.