Kanna framvegis lekan

Tað er framvegis ikki greitt, hví danska bingjuskipið Emma Mærsk fór at leka í teirri norðaru innsiglingini til Suez-veitina um vikuskiftið. So nógvur sjógvur kom í maskinrúmið, at skipið fekk ikki siglt, men mátti togast at bryggju í Port Said.

Tað er greitt, at sjógvurin kom við eina av síðuskrúvunum, men kavarar, sum vóru niðri í gjár, siga, at har var einki at síggja til nakran skaða. Nú verður so kannað, um talan kann vera um eitt mekaniskt brek.

Tá lekin er funnin og tettur, skal farmurin í land, og Emma Mærsk fer so aftur í sigling. Men tað kann taka rúma tíð, tí alt mekaniskt og elektroniskt, sum hevur verið í sambandi við sjógv, skal hava ta røtu viðgerðina, sigur Palle B. Laursen hjá Mærsk Line við fjølmiðlarnar.

Emma Mærsk er 397 metrar langt, 56 metrar breitt og tekur meiri enn 15.000 bingjur.