18 yvirmenn í týska herinum eru koyrdir til hús, meðan myndugleikarnir kanna, um teir hava gjørt seg inn á ungar hermenn.
Ákæruvaldið í býnum Múnster vil vera við, at teir 18 yvirmenninir hava farið illa við fleiri ungum hermonnum í einari legu nærhendis niðurlendska markinum. Eitt nú vórðu teir ungu hermenninir slignir, spulaðir við køldum vatni, og summir fingu eisini elektriskan stoyt.
Herleiðslan vil ikki gera viðmerkingar til málið, men váttar, at teir 18 yvirmenninir eru sendir til hús fyribils.