Kanna krígsbrotsverk í Fallujah

Sjónvarpsmyndir vísa, at ein amerikanskur hermaður skjeyt ein særdan, óvápnaðan iraka í einari mosku í Fallujah

Ein myndamaður hjá sjónvarpinum NBC var við nøkrum amrikonskum hermonum, tá teir tóku eina mosku í Fallujah. Á myndunum sæst, at fimm særdir irakar liggja á gólvinum í moskuni. Brádliga rópar ein av amerikonsku hermonnunum:

-Hann andar enn. Hasin lúshundurin letst vera deyður.

So sæst, at hermaðurin vendir byrsu síni ímóti høvdinum á tí særda irakanum, og eitt skot smellur.

Amerikanska verjumálaráðið Pentagon vildi ikki gera viðmerkingar til myndirnar í gjár, men herleiðslan í Irak kunngjørdi, at hon kannar, um amerikanskir hermenn hava gjørt seg sekar í krígsbrotsverki í Fallujah.